Skansi fleiri nýggjar sáttmálar og endurskipað við longri og betri avtalum við fíggjarstovnar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.06.2017 - 17:46

Oljan >

Marknaðurin fyri frálandsskip er framvegis undir stórum trýsti, og Skansi Offshore hevur tí, eins og flest onnur reiðarí í hesum marknaðinum, aftur verið í samráðingum við sínar fíggjarstovnar fyri at fáa eina longri avtalu, sum tekur hædd fyri krevjandi marknaðarviðurskiftum fleiri ár fram. Kapitalhækking varð gjøgnumførd á aðalfundinum í dag, og eftir kapitalhækkingina er eginpeningurin við minnilutapartum omanfyri 200 mió.kr. Nýggja loysnin, sum er fingin til vega við fíggjarstovnar, er munandi meiri haldfør, og styrkir eisini um kappingarstøðuna hjá felagnum sigur felagið. Skansi hevur annars gjørt ein nýggjan langtíðarsáttmála við Statoil fyri eitt av sínum skipum. Felagið er eisini komin inn á tveir nýggjar marknaðir við sínum skipum, økini vestan fyri Hetland og vestan fyri Írland. 

Aðalfundur í Havn

Skansi Offshore P/F hevur havt ársaðalfund, har ársroknskapurin fyri 2016 varð lagdur fram og góðkendur.

Ársúrslitið áðrenn serligar niðurskrivingar av skipsvirðum umframt valutakurstap gjørdist minus 26 mió.kr., og er hetta sum væntað verður sagt í tíðindaskrivi frá felagnum.

Úrslitið er merkt av serligum niðurskrivingum av skipsvirðum á 145 mió.kr. Niðurskrivingin er gjørd út frá metingum frá óvildugum meklarum, umframt við atliti til framtíðarútlitini.

Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt undirskot á 200 mió.kr. Eginpeningur við árslok í 2016 var -5 mió.kr. Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigaði við 979 mió.kr.

Í 2016 gjørdi Skansi Offshore eina avtalu við sínar lánsveitarar, sum hevði við sær, at felagið fekk lutvísar avdráttarskáar fram til 2018.

Skansi sigur annars frá, at marknaðurin fyri frálandaskip er framvegis undir stórum trýsti og Skansi Offshore hevur tí, eins og flest onnur reiðarí í hesum marknaðinum, aftur verið í samráðingum við sínar fíggjarstovnar fyri at fáa eina longri avtalu, sum tekur hædd fyri krevjandi marknaðarviðurskiftum fleiri ár fram.

Hesar samráðingar er komnar at enda, og ein loysn við hesum høvuðslutum er fingin til vega:

- Kapitalhækking á 25 mió.kr. frá verandi partaeigarum

- Avdráttarskáar fram til 2021 av írestandi skuld

- Rentulækking

- Skuldarsanering

- Konvertering av skuld

Kapitalhækkingin var gjøgnumførd á aðalfundinum í dag, og eftir kapitalhækkingina er eginpeningurin við minnilutapartum omanfyri 200 mió.kr.

Hendan loysnin er munandi meiri haldfør, og styrkir eisini um kappingarstøðuna hjá felagnum.

Langtíðar sáttmála við Statoil.

Hóast truplu marknaðarviðurskiftini, hevur Skansi Offshore júst vunnið ein 5 ára sáttmála frá Statoil. Sáttmálin byrjar í oktober 2017. Statoil hevur møguleika at leingja avtaluna 5 ferðir 1 ár.

Nýggir marknaðir.

Eisini hevur Skansi gjørt styttri avtalu við Providence Resources í Írlandi, fyri Sjoborg, sum skal gera veitingar til boriskipið Stena IceMAX.

Harumframt er avtala gjørd við Nexen UK fyri Kongsborg, sum ger veitingar til West Phoenix, vestan fyri Hetland.

Skansi Offshore hevur í nógv ár verið virkið við veitingarskipum í Norra. Harumframt hevur felagið havt virksemi í Danmark, Mosambique, Tanzania og eitt styttri tíðarskeið í Føroyum. Sáttmálanir við Nexen og Providence eru týdningarmiklir við tað, at felagið kemur inn í nýggjar marknaðir í UK og Írlandi.

Torsborg og Saeborg hava sáttmála við Norske Shell og AkerBP.

Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip.

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk, allir føroyingar.