Skansi Offshore 5 ára sáttmála við Statoil


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.06.2017 - 10:56

Oljan >

Føroyska frálandsreiðaríið Skansi Offshore hevur gjørt sáttmála við norska oljufelagið Statoil um leigu av einum av tess skipum. Talan er um ein langtíðarsáttmála uppá 5 ár. Sáttmálin er gjørdur fyri Sjóborg og kemur í gildi í oktober í ár. Tá slíkir sáttmálar verða gjørdir við Statoil fylgir eisini við møguleikin fyri at víðka sáttmálan við fimm árum aftrat. Í næstum fer Sjóborg í írskan sjógv at vera veitingarskip hjá Stena IceMAX, sum skal bora ein leitingarbrunn fyri Providence Resources vestan fyri Írland. Í løtuni er enn eitt av skipunum hjá Skansi, Kongsborg til arbeiðis í einum øðrum parti av Atlantsmótinum, nevniliga í økinum millum Hetland og Føroyar.

Statoil sigur í morgun frá sáttmálanum við Skansi og fleiri onnur reiðarí. Talan er um ein samlaðan pakka fyri sjey skip uppá 3,1 mia. kr. Ovast á breddanum í yvirlitinum yvir skipini stendur Skansi Offshore. Síðani koma fleiri norsk reiðarí. Fýra av skipunum hava fingið ein fimm ára sáttmála við møguleiki fyri at endurnýggja hann í fimm ár, eitt ár í senn, og trý skip hava fingið ein trý ára sáttmála. Øll skipini verða útbjørd við hybridbattaríum í sambandi við sjálvan raksturin. Statoil sigur í eini viðmerking, at skipini eru vald út av tilsamans 50 skipum og liva tey upp til sera høgu tøkniligu krøvini hjá Statoil. Eisini er tað eitt krav, at manningarnar skulu tosa og skilja norrønt mál. Skipini koma at sigla út frá útgerðarstøðunum í Mongstad, Dusavik, Florø og Kristiansund. Sjóborg fer at brúka Mongstad sum basa.

Hini reiðaríini, sum hava fingið sáttmálar, eru DOF, Solstad Farstad, Ugland og Havila. Statoil sigur frá, at tað verður framvegis neyðugt eisini at troyta spottmarknaðin eftir, at hesir sáttmálar eru gjørdir. Endamálið við at gera skipini út við nýggjari tøkni er eisini at minka um CO2 útlátið ger Statoil greitt. Og skip, sum kunnu vísa á lága nýtslu av brennievni, hava eisini havt fyrimunir, tá skipini eru útvald.