Skansi Offshore undirskrivar 5 ára sáttmála við Statoil


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.08.2017 - 09:55

Oljan >

Sáttmálar verdir fleiri hundrað mill. kr. vórðu undirskrivaðir í Bergen í gjár, teirra millum nýggjasti 5 ára sáttmálin millum Skansi Offshore og Statoil. Herfyri gjørdu feløgini avtalu um, at Sjóborg, sum í løtuni arbeiðir vestan fyri Írland, komandi fimm árini skal vera partur av einum sáttmálapakka, sum fevnir um sjey frálandsskip, teirra millum føroyska Sjóborg.

Statoil hevur annars minkað um sáttmálar fyri frálandsskip við 30% seinastu trý árini skrivar Sysla.no. Men í summar tók felagið stig til ein rættiliga stóran langtíðarpakka verdur tilsamans 3 mia. kr. Tey sjey skipini, sum hava fingið ávikavist 5 og 3 ára sáttmála, skulu røkja installatiónir hjá Statoil í Norðsjónum. Í gjár vórðu so vinnararnir av ymsu sáttmálunum bodnir at vitja skrivstovuna í Sandsli.

Tilsamans 50 skip vóru við til at bjóða uppá nýggju sáttmálarnar. Sjóborg var so við í tí hepnasta pakkanum uppá 5 ár. Statoil sigur, at m.a. Sjóborg er valt út fyri eina framúr góðsku í sínum arbeiði higartil.