Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Føroyska frálandsreiðaríið ”Skansi Offshore” hevur fingið tillutað ein týðandi sáttmála við norska oljufelagið Aker BP, sum Kjell Inge Røkke eigur. Tað boðar heimasíðan Hegnar.no frá í morgun. Talan er um veitingarskipið Saeborg, sum varð bygt á norsku skipasmiðjuni Havyard í Leirvík í 2011. Saeborg skal taka sær av uppgávum á Valhall feltinum á norska landgrunninum. Umframt Skansi hevur eisini danska reiðaríið, "Esvagt" fingið ein sáttmála fyri eitt av tess skipum, Esvagt Cornelia, sum skal vera standbyskip hjá Maersk pallinum ”Maersk Interceptor" á Ivar Aasen feltinum í Norðsjónum.
Skansi, sum varð sett á stovn í 2006, eigur í dag fimm nútímans veitingarskip. Esvagt eigur ikki færri enn 42 frálandsskip.
Herfyri lat Aker BP ein sáttmála til veitingarskipið ”Stril Luna” hjá Simon Møkster reiðaríinum. Fleiri av teirra skipum verða rikin av Tor Shipping í Havn.