Skipaferðslan skal minka CO2 útlát við eini helvt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

20.04.2018 - 06:53

Oljan >

Sjóvinnustovnurin undir ST, IMO, hevur samtykt, at útlátið av veðurlagsgassum frá skipum, skal minkast munandi. 

Útlátið skal minkast við 50 prosentum innan 2050 frá einum 2008 støði. Um somu tíð er málið, at skipaferðslan skal heilt gevast við CO2 útláti skjótast til ber í hesi øldini. Hetta er eisini tað, sum París-avtalan kemur til. Og nú er so semja um, hvussu rokkið verður á mál. Londini eru samd um strategiina.

Landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum, Siri Stenberg segði við útvarpið mikudagin, at ætlanin er, at Føroyar eisini skulu fylgja samtyktini í IMO. Hon heldur, at hóast long tíð er til 2050, so eigur føroyska sjóvinnan longu nú at byrja at fyrireika seg til broytingingarnar.