"Mission accomplished", uppgáva fullførd. Skiparin á heimsins størsta seismikskipi, Ramform Titan, Ragnar Stangring nøgdur við veitingarnar her, saman við Hentzar Steingríms- son og Joan Torleivsdóttir frá Tor Shipping. Mynd Reidar Joensen

Skipari á heimsins størsta seismikskipi væl nøgdur við føroyskar veitingar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.07.2017 - 16:56

Oljan >

Tey bæði stóru seismikskipini, sum komu til  Føroya í vikuskiftinum og fingu ymsar veitingar her, eru nú ávegis til nýggjar arbeiðsuppgávur í Kanada og í Barentshavinum. Og skulu vit ganga eftir afturmeldingunum frá  skiparunum á teimum báðum skipunum, so fáa føroysku veitararnir tey best hugsandi skoðsmálini. Sambært Hentzar Steingrímsson hjá Tor Shipping, sum varð umboð fyri bæði skipini,  so varð samstarv, samskipan og útinnan av uppgávunum fyrimyndarligt. Hetta eru boðini hann hevur fingið frá skiparunum báðum. Og somu kenslu hevur ein av høvuðsveitarunum, sølustjórin hjá orkufelagnum Magn, Leif Hovgaard.  ”Tað er sjálvandi hugaligt, tá alt gongur so væl í hond, og kundin er nøgdur,” sigur hann.

Valdu Føroyar fram um onnur pláss
Hóast hann hevur avgreitt mong útlendsk skip, so hevur henda eina uppgávan verið nakað heilt serstakt. Eitt er tað, at her er talan um heimsins størsta seismikkskip. At tað velur føroyska havn fram um t.d. Lerwick í Hetlandi ella aðra útlendska havn er eitt stórt framstig fyri føroysku sjóvinnustrategiina, sum hevur til endamál at fáa fleiri útlendsk skip til Føroya at troyta okkara vørur og tænastur.

Leif Hovgaard hevur sjálvur nú í mong ár roynt at rógva framundir at fáa útlendsk reiðarí til rætt og slætt at uppdaga Føroyar sum sjóvinnudepil í Atlantshavi. Nógv arbeiðsorka er farin til at samskifta við útlendsk reiðarí, ikki minst frálandsfyritøkur, sum m.a. arbeiða eystan fyri føroyska markið, við tí í hyggju at fáa tey at senda síni skip til Føroya at fáa vørur og tænastur heldur enn at velja aðrar havnir. Í summum førum hevur hetta eydnast, men tað, sum ræður um nú, er at fáa reiðaríini at lata eyguni upp og síggja Føroyar sum staðið, har tey kunnu fáa kappingarførar vørur og tænastur bæði hvat prísi og góðsku viðvíkur.  

Marknaðarføring og kappingarføri
Leif Hovgaard sigur víðari, at hetta hevur verið spennandi arbeiði men eisini sera møtimikið, tí flestu av reiðaríunum halda seg oftani til tað gamla og traditionella. Tú veit, hvat tú hevur men veit ikki, hvat tú fær. Tey eru tí trek at royna nýggjar leiðir. Tí heldur hann tað er ein týðandi uppgáva hjá øllum teimum, sum vilja vera við til at menna Føroyar sum sjóvinnudepil, at vera við í marknaðarføringini. At umrøddu seismikkskip eru komin henda vegin kundi bent á, at marknaðarføringin hevur riggað. Nú ræður um at halda fast og lata upp enn fleiri dyr til Føroyar.   

Nú skiparin á Ramform Titan valdi at brúka havnina í Fuglafirði, so setti hetta sjálvandi eisini stór krøv til Magn, sum mátti seta umleið 11 tangabilar úr øllum landinum inn til uppgávuna – at fylla 1,4 mio. litrar av olju á heimsins størsta seismikkskip. Og henda avbjóðingin eydnaðist sum skilst til fulnar. Leif sigur, at teir hava roynt hetta áður tó als ikki í so stórt mát.

Nú Ramform Titan arbeiddi í grannalagnum og so tætt við Føroyar, so var tað eisini upplagt  fyri føroyska veitingarfyritøku at fylgja væl við, hvørja havn skipið fór at velja, áðrenn tað fór víðari til Kanada. Endin varð, at norska reiðaríið valdi Føroyar, nú tað metti oljuprísin at vera tann lægsta á marknaðinum í hesum partinum av heiminum. Tað vísti seg, at Føroyar vórðu kappingarførar við t.d. Hetland. Hevði reiðaríið heldur valt at fara til Aberdeen, so hevði skipið helst fingið betri oljuprís har. Men nú Ramform Titan var so nær Føroyum og skuldi víðari til Kanada varð avgjørt at taka av tilboðunum her.

Leif Hovgaard ásannar, at skulu vit í Føroyum hava møguleika at fáa fleiri skip hendavegin, so mugu vit vera kappingarfør, tí reiðaríini velja altíð ta bíligastu loysnina. Her hevur tað eisini alstóran týdning at hava fyritøkur við altjóða góðkendum trygdar- og góðskureglum. Øll sertifikat skulu vera í lagi. Sum eitt dømi um strongu krøvini til trygdina, so skulu øll tey, sum arbeiða fyri føroysku veitararnar, hava hjálm. Tí skuldu eisini allar tangabilamanningarnar hava trygdarhjálm, tá tær arbeiddu á keiøkinum.

Mong frálandsskip í grannalagnum
Uppá fyrispurning hvussu hann sjálvur sær framtíðina í sambandi við at gera Føroyar til ein sjóvinnudepil heldur Leif Hovgaard fyri, at tað er gott, at vit hava sett okkum nøkur mál og síðani royna at fylla karmarnar út.

Hann heldur, at vit liggja sera væl fyri her í Atlantshavi at kunna taka ímóti tí nógvu ferðslu, sum fer framvið oyggjarnar og staðfestir, at eftir at oljuprísurin krasjaði í 2014, er gongdin við at venda aftur, og oljufeløgini eru farin undir aftur at byggja út oljuleiðir umframt at leita eftir nýggjum oljukeldum. Í løtuni eru umleið 30 frálandsskip til arbeiðis vestan fyri Hetland, og tað eru m.a. hesi skipini vit skulu royna at fáa til Føroya. Síðani koma tey mongu stóru skipini, sum sigla tvørtur um Atlantshav, millum Europa og USA men eisini millum Arktis Europa.  Hetta eru alt siglingarleiðir, sum eiga at vera partur av okkara felags strategi at gera Føroyar til ein sjóvinnudepil í Atlantshavi heldur Leif Hovgaard.

Øll gjørdu sítt besta
Tað er skipsmeklara fyritøkan Tor Shipping, sum hevur verið agentur og samskipað arbeiðið í sambandi við tey bæði seismikkskipini, ið hava verið í Fuglafirði. Hentzar Steingrímsson og Joan Torleivsdóttir hava havt úr at gera fyri at fáa allar endar at røkka saman. Hentzar viðgongur, at hetta hava verið strævnir men eisini sera spennandi dagar. Tað er ikki hvønn dag, at tvey so stór seismikkskip koma í føroyska havn um nærum somu tíð.  

”Hetta setir sera stór krøv til okkara tilrættalegging, tí einki má ganga galið. Reiðaríini og skipararnir hava tíbetri havt ta dirvi at royna eina nýggja havn, og tað sigur ikki so lítið um tað vit hava at bjóða, nú skipini skulu undir nýggjar uppgávur aðrastaðni. Gera vit okkara besta, og alt riggar, so frættist hetta skjótt til alt skipaumhvørvið. Og tað kann gagna okkum øllum uppá sikt, sigur Hentzar Steingrímsson.

”Tað hevur eisini verið sera hugaligt at arbeiða fyri hesi bæði skipini, nú alt hevur gingið so væl í hond. Skipararnir báðir hava sagt seg vera sera væl nøgdar við arbeiðið, sum er gjørt. Tað vísir seg eisini, at føroyingar  leggja seg eftir at útinna allar uppgávurnar á besta hátt og til tíðina. Øll hava arbeitt fyrimyndarliga fyri at kunna geva útlendsku manningunum eina so góða uppliving her sum gjørligt.”

Hentzar Steingrímsson viðgongur, at tað hevur verið ein stórur biti at fáa tvey so stór skip um somu tíð, nú hetta er besta feriutíð, og tú tí hevur verið torført at finna gistingarpláss, men kortini hevur tað eydnast við góðum vilja og samskipan at fáa tingini at rigga. Fyri at nøkta allan tørvin so bar eisini til at fáa Bed and Breakfast í Fuglafirði. ”Og skuldi tað framvegis verið tørvur á eini song, so hevði eg eina slíka heima við hús,” sigur umboðsmaðurin hjá Tor Shipping eitt sindur skemtandi og leggur aftrat, at alt gekk uppá stás.

(Lesið eisini komandi grein um góða samstarvið millum føroyska Thor og norska PGS)