Cromarty Firth í Invergordon í Skotlandi hevur leingi verið akkersstaðið, sum oljupallar, ið bíða eftir uppgávum ella skulu til klassingar, brúka. Nú er stór útbygging gjørd at hýsa "decomm".

Skotskar havnir bjóða seg fram til nýggja ”oljuvinnu”


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.02.2018 - 15:00

Oljan >

Nýggja vinnan ”Decommissioning”, sum snýr seg um at taka niður og sundur eitt nú oljupallar í Norðsjónum, ið hava tænt sína tíð sum oljuframleiðarar, kemur eitt stig nærri fyri hvønn dag, sum fer. Hon fer at geva havnum rundan um Norðsjógvin nýggjar møguleikar fyri at skapa arbeiðspláss og inntøkur. Serstakliga í Skotlandi eru tey í ferð við at fyrireika seg til hesa nýggju vinnuna. Nú tey í skjótt fimti ár hava verið við til at menna oljuvinnuna, so halda tey tað vera náttúrligt og rætt, at tey eisini eru við, tá vinnan fyrireikar seg til at gevast. Og her verður ein marknaður uppá hundraðtals milliardir kr.

Herfyri søgdu vit her á Oljuportalinum frá royndunum hjá hetlendingum at gera seg klárar til at taka ímóti hesi nýggju vinnuni. Fyrsti brúkti og gamli oljupallurin kom til Hetlands frá oljuleiðunum í Norðsjónum í fjør og hevur síðani verður arbeitt við at taka hann sundur á havlagnum nærhendis Lerwick.

Tað er greitt, at havnir í Skotlandi, sum seinastu 50 árini hava verið partur av oljumenningini í Norðsjónum, vilja eisini hava sín part av køkuni. Og tær ætla ikki at liggja sjóvarfallið av sær.

Ein av hesum skotsku havnunum er Cromarty Firth í Invergordon. Hon hevur leingi verið brúkt til at hýsa stórum boripallum, sum hava bíðað eftir nýggjum uppgávum ella hava verið til klassing. Nú eru skaptar nýggjar umstøður í havnini, har til ber at taka ímóti pallum og síðani taka teir sundur á staðnum. Eisini er skipasmiðja partur av havnalagnum.

Ein av fyritøkunum, sum arbeiðir við at bjóða seg fram til at taka á seg nýggjar uppgávur í sambandi við decommissioning er Global Energy. Hana fara vit uttan iva at hoyra meira til í framtíðini.

Fyri at kunna taka lut í hesi vinnuni er eisini neyðugt at hava loyvi frá umhvørvismyndugleikunum, soleiðis at til ber at handfara radioaktivt tilfar. Havnin í Cromarty Firth er tann fyrsta í Skotlandi, sum hevur fingið eitt slíkt loyvi til at viðgera 50.000 tons av tilfari um árið, og við hesum loyvi ber til at marknaðarføra staðið til niðurtøku av pallum og til at skilja sundur tilfarið.

Til ber so hjá fyritøkum, sum ynskja at vera partur av hesi nýggju vinnuni, at søkja um loyvi frá havnamyndugleikunum at brúka havnina og havnalagið har.

BBC News skrivar, at fyrsta avtalan er longu gjørd við havnina í Cromarty Firth um at taka ímóti oljuútbúnaði, sum hevur staðið á havbotninum á Fairfield Energy's Greater Dunlin Area í Norðsjónum. Tað verður fyritøkan Bibby Offshore, sum hevur gjørt ein trý ára sáttmála at taka sundur oljuútbúnaðin. Stjórin fyri havnini í Cromarty Firth, Bob Buskie, sigur við BBC, at hann fegnast um, at sáttmáli er gjørdur fyri fyrstu “decomm” uppgávuna, sum skal fara fram hjá teimum. Tey hava í longri tíð fyrireikað seg væl til hesa nýggju og spennandi framtíðina.

Til ber so eisini at siga, at eisini føroyskar havnir liggja nær við oljuleiðirnar í Norðsjónum. Hóast tað skilst, at umboð fyri havnir og fyritøkur í Føroyum, hava havt eyguni eftir "decommissioning" tilgongdini í Skotlandi, so er enn einki, sum røkist fyri, at vinnan ella myndugleikar her, hava ítøkiligar ætlanir um at gerast partur av hesi framtíðar vinnuni, sum bæði havnir og fyritøkur í grannalagnum eru farnar at raðfesta hægri.