Søkja um útbygging av Lancaster oljukeldu nær Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2017 - 13:30

Oljan >

Oljufelagið Hurricane Energy hevur søkt bretsku stjórnina um loyvi at byggja út Lancaster oljukelduna, sum liggur eystan fyri føroyska markið. Talan er um at byggja út við eini sokallaðari EPS skipan (Early Production System). Talan er um tveir framleiðslubrunnar, sum umvegis útbúnaði á havbotninum, skulu flyta oljuna til eitt framleiðsluskip á staðnum (FPSO). Lancaster keldan liggur í einum nýggjum oljuøki sunnan fyri stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven og er her talan um eitt nýtt slag av oljuframleiðslu, ið fer eftir olju, sum er likin niður í sjálvt grundfjallið, nevnt (Fractured Basement)

Nýggjastu metingar av oljugoymslunum siga, at tær eru væl hægri enn 300 mill. tunnar, sum higartil mett. Hurricane sigur, at fyrsta oljan verður veruleiki í 2019.

Nærhendis Lancaster eru fleiri aðrar oljukeldur, sum væntandi fara at verða útbygdar og bundnar í Lancaster miðdepilin (Hub) í framtíðini.

Kortini vísa, hvar nýggja framtíðar oljuøkið nær Føroyum liggur. Eisini síggjast aðrar týðandi oljukeldur norðan fyri nær markinum.