(Mynd: EPA)

Søla av DONG endaliga góðkend


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.10.2017 - 13:28

Oljan >

Danska olju- og gasfelagið DONG, sum vit hava kent tað, er farið í søguna. 

Nú er bara varandi orka partur av fyritøkuni. Myndugleikar í bæði Danmark og Noregi hava góðkent søluna av oljupartinum hjá DONG til sveisisku fyritøkuna INEOS, sum mest arbeiðir innan kemiska ídnaðin.  Dong hevur  verið partur av føroysku oljuleitingini frá byrjan men lat innaftur seinastu loyvini fyri umleið tveimum árum síðani.  

Við keypinum av oljupartinum hjá Dong fær nýggi eigarin Ineos bæði framleiðslur og loyvi í donskum, norskum og bretskum øki. Fyri oljuleitingina á Atlantsmótinum er vert at bíta merki í, at tað nú verður nýggja felagið Ineos, sum kemur at eiga lut í fleiri av loyvunum, sum liggja tætt upp at føroyska markinum, eitt nú risastóru oljukelduni Rosebank. Haraftrat koma eisini fleiri onnur loyvi vestan fyri Hetland, eitt nú gassframleiðsluna á Laggan Tormore feltinum. Sølan av Dong er mett til 8,7 mia. kr. Umleið 400 starvsfólk hjá Dong fylgja við í keypinum, teirra millum fleiri, sum hava arbeitt við føroyska økinum. 

Enn er ov tíðliga at siga, hvat Ineos ætlar við øllum sínum loyvum og ognum vestan fyri Hetland, men eingin ivi er um, at føroyskir myndugleikar fara at fylgja væl við, hvat hendir hinumegin markið og harvið eisini, hvørjar ætlanir nýggi leikarin á Atlantsmótinum, Ineos, hevur.  Felagið er ikki kent fyri at brúka orku uppá at leita eftir olju og gassi men heldur fyri at útbyggja oljufelt og framleiða. Men við mongu nú loyvunum er ikki ósannlíkt, at felagið eisini fer undir leiting. Leiting nærhendis verandi loyvum er nevniliga rættiliga vanlig. Mong av fólkunum, sum hava arbeitt við olju og gassi hjá Dong, verða nú partur av Ineos. Og harvið eisini teirra vitan um Føroyaøkið.