Clipper Hermod er eitt av LPG-skipunum hjá Solvang. Mynd: Solvang

Solvang skal hava fýra nýggj skip


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

01.04.2017 - 00:01

Oljan >

Solvang-reiðaríið í Stavanger í Noregi hevur sett sær fyri at byggja fýra nýggj etylenskip. Reiðaríið undirskrivaði í februar eina avtalu um bygging av upp til fýra skip í Suður-Korea.

Fyri viku síðani komu boðini um at avtala var at fara undir byggingina av teimu báðum fyrstu skipunum. Og nú eru boð komin frá Solvang um at tey hava tikið avgerð um at byggja nummar trý og fýra eisini.

Tey bæði fyrstu uppá 21.000 rúmmetrar til støddar skulu latast reiðarínum í fyrstu helvt av 2019. Tey bæði seinnu skulu latast tvey ár seinni, í 2021.

Solvang hevur áður bygt skip á Hyundai-skipasmiðjuni í Suður-Korea, skrivar Sysla. Í 2015 fekk reiðaríið trý LPG-skip sum vóru 60.000 rúmmetrar til støddar.

Í august í ár fær reiðaríið tvey stór gasstangaskip. Bæði hava fingið tíggjuáraavtalur.