Statoil borar í Barentshavinum hóast mótmæli


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.06.2017 - 14:30

Oljan >

Norska oljufelagið Statoil hevur fingið loyvi til at bora ein umstríddan leitibrunn í Barentshavinum. Talan er um Gemini Nord brunnin, sum liggur í Hoop økinum í Barentshavinum, umleið 275 km frá Nordkapp og 200 km frá Bjarnoynni. Boringin skal eftir ætlan byrja í juni og varir í 19 dagar. Hann verður boraður við pallinum Songa Enabler. Umhvørvisdirektoratið gav boriloyvi fyrr í hesum mánaðinum. Gemini Nord er ein av tveimum umstríddum brunnum, sum Statoil skal bora í summar. Hin er Korpfjell og liggur nær markið til Russland. Hann verður tann norðasti brunnurin yvirhøvur í Barentshavinum.

Umhvørvisfelagsskapir í Norra hava staðiliga mótmælt boringunum. Natur og ungdom og Greenpeace hava lagt sak móti norska statinum, tí hesi halda at boringarnar stríða móti lógini í nýggjum økjum í Barentshavinum.

Tey halda at loyvini í hesum økjum ganga ímóti ábyrgdini hjá statinum í sjálvari grundlógini um at verja náttúruna og umhvørvið til komandi ættarlið.

Stjórin í Statoil, Eldar Sætre hevur tó gjørt greitt, at felagið fer undir at bora brunnarnar, fór tað at fáa loyvi til tess.