Statoil endaligt loyvi at bora í Barentshavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

31.07.2017 - 16:50

Oljan >


Nú hevur norska ”Oljedirektoratet” givið Statoil loyvi at bora Korpfjell brunnin har suðuri og eysturi í Barentshavinum, 37 kilometrar frá russiska markinum og 415 kilometrar frá norsku strondini. Her er talan um eitt nýtt leitiøki, sum stórar vónir eru til. Seismikkurin gevur sera góðar ábendingar. Norska ”Petroleumstilsynet ” gav fyrr í summar sítt loyvi til hesa boringina. Hetta er so bara ein boring av tilsamans fimm í einum leitiprogrammi hjá Statoil í Barentshavinum. Talan er so eisini um boring, sum umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace hevur mótmælt vegna ríka fuglalívið í økinum. Norska Umhvørvis og veðurlagsstýrið hevur tó víst aftur klagu frá Greenpeace og heldur ikki, at orsøk er til at bera ótta fyri nakrari dálking í sambandi við boring í økinum. Statoil er fyristøðufelag í økinum við 30% av loyvinum. Síðani eiga Chevron 20%, Petoro 20%, ConocoPhillips 15% og Lundin 15%.

Talan er um fyrsta brunnin, sum verður boraður í einum nýggjum leitiøki og eru vónirnar til at gera fund stórar. Ikki minst eftir at fleiri oljufeløg fóru saman um at gera eina felags seismiska kanning.

Hjá Greenpeace kemur avgerðin at lata Statoil loyvi illa við. Felagsskapurin metir, at boringin kann vera til bága fyri ríka fuglalívið í økinum, men hesum vísa umhvørvismyndugleikarnir aftur. Nú fer Greenpeace at meta um støðuna og um tað skal taka sakina í egnar hendur og sjálvt royna at steðga boringini. Fimm gummibátar frá Greenpeace mótmæltu í farnu viku boriætlanunum.