Statoil fann onga olju í Kanada


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.07.2017 - 18:29

Oljan >

Seinastu tveir leitibrunnarnir hjá Statoil og Husky Energy eystan fyri Kanada í Flemish lægdini vóru turrir. Eingin olja var at finna í brunnunum, sum vórðu boraðir 500 kilometrar frá kanadisku strondini, í einum øki, har Statoil áður hevur funnið olju á djúpum vatni. Leitiøkið liggur nærhendis Bay du Nord, har Statoil hevur gjørt eitt stórt oljufund. 

 Nú høvdu feløgini vónað at finna meira olju í grannalagnum fyri á tann hátt betri at kunna rættvísgera eina útbygging. ”Hetta eru skuffandi úrslit, nú vit høvdu vónað, at olja eisini fanst í hesum økinum. Vit mugu nú meta um úrslitið, áðrenn vit taka avgerð um fleiri boringar nærhendis Bay du Nord,” sigur Trond Jacobsen, leitistjóri hjá Statoil í Kanada, í einum tíðindaskrivi. Tað var boripallurin West Aquarius hjá Seadrill, sum boraði teir báðar brunnarnar. Í 2014 boraði pallurin West Hercules á hesum leiðum fyri Statoil, stutt eftir at hann hevði borað í Føroyum.


Kelda Sysla.no