Statoil finnur meira olju í Barentshavi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.07.2017 - 10:04

Oljan >

Norska oljufelagið Statoil boðar frá, at tað hevur gjørt eitt nýtt oljufund nærhendis oljukelduni Johan Castberg í Barentshavinum. 

Talan er um Kayak leitimiðið 14 kilometrar sunnan fyri Johan Castberg, sum er mett at goyma millum 400 og 600 mill. tunnur av olju. Slíkt fund kann helst bindast í Johan Castberg, sum tá verður uppaftur meira lønandi. Tað eru nøkur ár síðani, at Johan Castberg varð funnið og mett lønandi. Síðani hava oljupríslækking og kostnaðarstøðið gjørt, at Statoil legði verkætlanina í skuffuna. 

Nú hava serfrøðingarnir hjá Statoil tó endavent útbyggingini og fingið kostnaðin niður á tvífalt tann hann varð í byrjanini. So eftir øllum at døma verður henda keldan í syðra partinum av Barenshavinum útbygd og endaliga avgerðin verður tikin í ár. Keldan liggur ikki so langt frá Snøhvit gasskelduni, hvør gass verður flutt til lands á Melkøya í Norðurnorra. Umframt Statoil eiga Eni og Petoro í kelduni.