Oljuleiting í Tansania. Mynd: Statoil/Paul Joynson-Hicks/AP

Statoil: Framvegis ivamál um gassvinnu i Tansania


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

23.02.2017 - 20:51

Oljan >

Fyri fimm árum síðani fann Statoil nógv gass í Tansania. Men framvegis er ikki greitt hvørji krøv sum mynduglleikarnir seta til verkætlaninar hjá Statoil, skriva Dagens Næringsliv.

Tað sum serliga tykist at vera ringt at fáa avgreitt, er spurningurin um hvussu kolvetnisvinnan skal skattast av framleiðsluni.