Statoil gongur nýggjar leiðir – varandi orka enn eitt bein at standa á


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.12.2017 - 14:36

Oljan > Olja > Orka


Stjórin í Statoil, Eldar Sætre, er í ferð við at broyta Statoil og gera vindorku til enn eitt bein at standa á, skriva norskir miðlar, nú stóra olju- og gassfelagið er farið undir eina miðvísa ætlan at gera íløgur í vindorku. Felagið hevur longu gjørt stórar íløgur í eitt nú havvindmylnulundir í Bretlandi. Og eftir øllum at døma er hetta bert byrjanin. Stjórin í Statoil hevur sett út í kortið eina miðvísa strategi, har vindorka skal gerast ein støðugt meira týðandi partur av virkseminum hjá norska olju- og gassrisanum.

Norska blaðið VG hevur prátað við Statoil-stjóran, meðan hann er ávegis til Bretlands at taka í brúk stóru vindmylnulundina Dudgeon, sum telur 67 vindmyllur, ið tilsamans kunnu framleiða 402 Megawatt, sum kann veita streym til 410.000 húsarhald í Bretlandi.

Byggja heimsins størstu havvindmylnulund

Eldar Sætre sigur við blaðið, at Dudgeon vindmylnulundin er bert ein dropi í havinum sammett við ta verkætlan, sum felagið nú arbeiðir við. Henda verður 10 ferðir so stór og fer at liggja á Doggerbank. Hon verður heimsins størsta vindmylnulund til havs og fer at fevna um 300 vindmyllur, sum kunnu geva 3600 Megawatt av streymi til 3,6 mió. húsarhald í Bretlandi. Tað sigur ikki so lítið, at í Norra eru 2,4 mió. húsarhald. Fær Statoil loyvi at byggja lundina, so verður hon heimsins størsta og fer at nøkta 5% av samlaða eltørvinum í Bretlandi.

Eldar Sætre sigur við norska blaðið, at Statoil hevur bygt upp eina vitan og royndir við fleiri av sínum vindmylnulundum, at tey rokna við at vinna kappingina um at byggja vindmylnulundina á Doggerbank. Stjórin er annars errin av, at Statoil letur gass til Bretlands, sum svarar til 40% av nýtsluni. Og hann leggur dent á, at tað var eitt veruligt vegamót í Bretlandi, tá tað nú um dagarnar kunngjørdi, at fyrstu ferð síðani ídnaðarkolveltingina er kol ikki longur partur av elframleiðsluni. Nú skal vindorka frá Statoil vera við til at menna hesa gongdina við m.a. útbygging á Doggerbank, sum liggur 150 kilometrar út fyri Yorkshire í Onglandi. Vindmylnulundin verður 8660 ferkilometrar og fer at vera á millum 18 og 63 metra dýpi. Verkætlanin er góðkend av myndugleikunum.

Hóast Statoil meira ella minni burturav er eitt olju og gassfelag, so heldur stjórin, at nettupp royndirnar til havs við olju og gassi eru so nógvar, at tær nú koma eini vindmylnuútbygging til havs til góða. Tosað verður um so stórar vindmyllur, at tær í veruleikanum kunnu samanberast við ein oljupall. Flestu av havvindmylnulundunum liggja annars tætt við land og eru ankraðar á havbotninum. Hywind lundin hjá Statoil í Skotlandi er heimsins størsta flótandi vindmylnulundin til havs á stórum dýpi.

Eldar Sætre sigur víðari við VG, at framtíðin verður úti til havs, tí her síggjast myllurnar ikki, og tú sleppur undan stríði, sum kann taka seg upp, tá tær liggja nær landi. Statoil hevur so royndirnar at arbeiða á djúpum vatni og kanska betri enn nakað annað felag. Statoil dylur ikki fyri, at tey ætla at vera heimsmeistarar innan vindorku til havs.

Statoil ætlar at gera íløgur fyri 100 mia. kr. í lønandi varandi orkuverkætlanir fram til 2030. Mest innan vindorku men eisini á sóløkinum.

Eldar Sætre sigur, at váðin við havvindorku er minni enn fyri olju og gass og kostnaðirnir eru eisini undir stórum trýsti. Arbeitt verður við einum avkasti uppá 9%. Avkastið frá olju og gassi er skiftandi men eisini nógv hægri. Statoil arbeiðir við einum avkasti frá olju og gassi uppá 25% av verkætlanum, sum verða bygdar nú og skulu byrja at framleiða í 2022, grundað á ein oljuprís uppá 70 dollarar.

Við Eldar Sætre sum stjóra er Statoil við at gerast meira grønt. Hann heldur, at havvindur og Statoil hóska væl saman.

Tørvur á olju og gassi leingi aftrat

Hann vísir annars aftur, at Statoil við hesi gongd er við at venda olju og gassi bakið. Tørvur verður á olju og gassi í heiminum í fleiri tíggjutals ár aftrat, men tað er jú altíð gott at hava fleiri bein at standa á.

Eldar Sætre sigur annars, at Statoil fer ikki at raðfesta leiting í norðastu økjunum í Barentshavinum, sum so nógv stríð hevur verið um.

“Tað er gott, at vindmyllur eru góðar fyri veðurlagið, men vit fara ikki inn í varandi orku fyri at bjarga veðurlagnum, men fyri at vinna pening. Og slík útsøgn kann eisini brúkast um okkara virksemi í Barentshavinum. At vit ikki vilja leita í pørtum av norðastu økjunum í Barentshavibnum er tí, at váðin er ov stórur og kostnaðirnir fyri útbygging verða ov stórir.”

Eldar Sætre sigur, at hóast teir ikki hava gjørt tey stóru fundini í Barentshavinum, sum roknað var við, so hava teir gjørt smærri lønandi fund kortini. Eftir at hava verið í hesi vinnuni í 37 ár so veit hann, at leiting krevur tol og úthaldni. Í Norðsjónum vóru boraðir 33 brunnar, áðrenn man fann olju.

Statoil arbeiðir við eini trý ára ætlan í Barentshavinum. Tvey ár eru farin og boraðir eru 10 av 15 brunnum. Eldar Sætre sigur, at um eingin av komandi fimm boringum næsta ár fer at geva úrslit, so fer tað sjálvandi at leggja trýst á politikararnar at lata upp fyri oljuleiting í Lofoten, Vesterålen og Senja.

Størsta avbjóðing: at fanga og goyma CO2

Skal olju- og gassvirksemið á norska landgrunninum ikki minka eftir 2022, tí vit ikki hava nøkur stór projekt, so mugu politikarnir taka seg saman og gera eina árinskanning av hesum økinum og ikki bara skumpa eina avgerð frammanfyri seg. Tað hava vit ikki stundir til, um vit skulu føra víðari og menna norskt olju- og gassvirksemi eftir 2022. Tað fer at taka nógv ár, áðrenn olja kann framleiðast á hesum nýggju økjunum.”

Eldar Sætre heldur tað hevur størri týdning at sleppa av við oljusand og tunga olju men heldur, at tað ringasta er kol, sum als ikki átti at verið tikið upp, tí tað hevur mesta útlátið við sær.

Men ber til at fanga og goyma CO2, so verður alt nógv lættari. Í dag koma 45% av øllum útlátinum av veðurlagsgassum frá koli og skal Parísavtalan halda og málini røkkast, so mugu vit sleppa av við kol.

“Í hesum sambandi má tað eisini eydnast at fanga og goyma CO2, og her hevur Statoil gjørt eitt stórt arbeiði. Norra kann blíva leiðandi innan goymslu av CO2. Men so mugu vit eisini koma í gongd.

Norra hevur ein unikan møguleika fyri at hjálpa heiminum í hesum málinum, og politikaranir eiga at síggja álvaran í hesum. Eg eri bjartskygdur og trúgvi, at politikararnir í Norra fara at taka seg saman til at stuðla kanningarbeiðinum í sambandi við at fanga og goyma CO2.”