Statoil skifta navn til Equinor


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2018 - 11:49

Oljan >


Eitt navn innan oljuvinnuna, sum vit føroyingar eisini hava vant okkum til eitt nú øll árini leitað varð eftir olju í Føroyum, fer skjótt í søguna. Tá Statoil hevur aðalfund í mai verður uppskot frammi um at broyta navnið á felagnum til Equinor.

”Hetta verður ein søguligur dagur. Í nærum 50 ár hevur Statoil tænt okkum væl sum eitt sera flott navn. Men tá vit hyggja frameftir næstu 50 árini til stóru altjóða orkuumleggingina og hvussu vit menna og broyta okkum sum eitt breitt orkufelag, er tað náttúrligt at broyta navnið,” sigur stjórin í Statoil, Eldar Sætre.

Eisini olju- og orkumálaráðharrin, Terje Søviknes sigur, at stjórnin tekur fult undir við navnabroytingini.

Orðið er ein samanseting av ”nor”, sum umboðar tað norska og ”equi”, sum er byrjanin av enska orðinum ”equal”, ”equality” og ”equilibrium”. Á latíni sipar orðið ”Equi” til ”hest”.

Nevndarformaðurin í Statoil, Jon Erik Reinhardsen sigur, at navnabroytingin vísir til, at heimurin broytist. ”Størsta umleggingin av orkuskipanunum í nýggjari tíð er í gongd, og vit vilja vera ein av teimum, sum gongur á odda í hesi gongdini.”.