Transocean Spitzbergen, sum boraði Verbier brunnin

Statoil stórt oljufund á bretska landgrunninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.10.2017 - 11:38

Oljan >

Norska oljufelagið Statoil hevur gjørt eitt stórt oljufund í bretska partinum av Norðsjónum upplýsir felagið í morgun. Tað kann goyma upp til 130 mill. tunnur av olju. Tað var tá felagið gjørdi av at skifta kós í boringini av Verbier brunninum, at tað rakti við oljuna.  Tá boringin í sjálvum høvuðsbrunninum ikki gav annað úrslit enn ein sandgoymsla við vatni í, varð avgjørt at bora til síðuna og vita, um ikki oljan varð har. Og so varð. Troffið var við eina sera væleygnaða goymslu við olju av góðari góðsku.

Jenny Morris, leitistjóri hjá Statoil í Bretland, og sum eitt skifti stóð á odda fyri boringunum hjá Statoil í Føroyum, sigur, at tað var ein røtt avgerð at bora víðari men við síðuna av høvuðsbrunninum. Fundið vísir, at hetta økið, kann goyma nógva olju og gevur nýggjar vónir til eitt annars búgvið økið á bretska landgrunninum. Kortini er nógv arbeiði eftir at gera, og møguliga verður eisini neyðugt við einum avmarkingarbrunni fyri at kunna staðfesta metingarnar um støddina á fundinum.

Statoil er fyristøðufelag við 70%. Hini feløgini, sum eru við, eru Jersey Oil og Gas við 18% og Cieco Exploration and Production við 12%. Cieco var eitt skifti partur av føroysku oljuleitingini.

Statoil hevði ananrs sett sær fyri at finna olju í tilsamans trimum boringum á bretska landgrunninum. Men tað gekk ikki sum ætlað við tveimum av brunnunum, Mariner 9 and Jock Scott, sum síðani eru frágingnir. Men Verbier fundið hevur í hvussu er gjørt, at Statoil stendur ikki heilt á berum.

Nýggja fundið hjá Statoil hevur tvørturímóti fingið felagið at endurskoða sínar metingar av bretska landgrunninum, sum eftir øllum at døma kann goyma nógv meira olju enn higartil hildið. Tí fer Statoil at halda fram við sínum leitivirksemi í hesum partinum av Norðsjónum sigur Morris í eini fráboðan.

Statoil hevur annars ikki verið so heppið við sínum borivirksemi í Barentshavinum. Felagið legði hart út við ikki minni enn fimm nýggjum leitibrunnum í Barentshavinum fyrr í ár, men hevur úrslitið verið minni gott. Teir flestu hava verið turrir og eisini tann seinasti, Koigen Central, har tað hvørki varð staðfest olja ella gass sigur norska Oljudirektoratið í eini fráboðan. Við hesi seinastu boringini gevst Statoil við sínum leitivirksemi í Barentshavinum fyri í ár.