Tim Dodson, leitistjóri hjá Statoil. Mynd: Trond Isaksen/Statoil

Statoil viðurkennir at oljuleiting í USA er miseydnað


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

06.01.2017 - 07:15

Oljan >

Leitingin hjá Statoil eftir olju í Meksiko-flógvanum er miseydnað, og nú sigur leitistjórin í felagnum, Tim Dodson, at øll ætlanin skal endurskoðast.

Dodson sigur í samrøðu við Dagens Næringsliv, at sjálvt um Statoil tjenar pengarí Flógvanum, so kan man siga at íløgurnar í leitiøkjunum eru miseydnaðar.

Statoil, og táverandi Hydro sum seinni bleiv ein partur av Statoil, hava síðani aldarskiftið leita eftir eini stórari oljukeldu í USA-partinum av Meksikoflógvanum. Men farnu tvey árini er virksemið minkað munandi, og eingin nýggjur brunnur er boraður.

Í næstu viku skal Tim Dodson til Houston, har støða skal takast til um Statoil skal brúka meir orku í hesum partinum av heiminum, ella hvussu Statoil skal gera.

- Vit halda at her eru møguleikar, men vit mugu gera upp við okkum sjalvi um hvussu farast skal fram, sigur Dofson sambært Dagens Næringsliv.