Magnus Andrias Samuelsen er errin av at kunna leggja eitt Maersk-skip til bryggju í Føroyum og vónar, at hetta fer at henda oftari í framtíðini.Mynd Jan Müller/oljan.fo

Stoltur at koma til Føroya við Maersk oljuskipi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.04.2017 - 12:02

Oljan >


Tað var ein errin havnarmaður og kapteynur, sum í gjár stóð á brúnni á Maersk frálandsskipinum, Maersk Lancer, tá tað legði at bryggju við molan í Havn. Magnus Andrias Samuelsen hevur verið á sjónum nærum alt sítt vaksna lív. Brádliga at skula leggja at í føðibýnum gjørdist einki minni enn ein kensluborin løta fyri Maersk-kapteynin úr Havn.

”Henda løtan følist sera væl fyri meg. Eg havi siglt úti í 27 ár, og hetta er fyrstu ferð eg so frægt sum síggi Føroyar frá einum Maersk báti. Man verður stoltur av at koma á Havnina við hesum skipinum, nú man er uppvaksin millum egningarskúrini her”, sigur hesin royndi sjómaðurin og er skjótur at leggja aftrat: ”Tað hevði verið gott, um fleiri av hesum slagnum komu til Føroya.”

Við hesi útsøgnini nemur Magnus Andrias við nakað, sum liggur mongum føroyingi á hjartað, nevniliga teimum, sum fegnir síggja, at fleiri útlendsk skip koma til Føroya at keypa vørur og tænastur. At vit í størri mun bjóða okkum fram sum veitarar til m.a. altjóða frálandsvinnuna, sum arbeiðir í grannalagnum. 

Magnus Andrias hevur verið hjá Maersk síðani 1990 og hjá Maersk Supply síðani 1996. Hann hevur verið kapteynur síðani 2005. Nú er uppgávan hjá honum at vera í Føroyum í nakrar dagar, áðrenn hann skal føra henda  tungvektaran hjá Maersk tvørtur um Atlantshav, har hann skal arbeiða saman við systurskipinum Maersk Launcher, sum kom til Føroya herfyri og sum nú liggur við bryggju í Vági. Hagar fór Maersk Lancer á middegi í gjár. 

Føroyar kappingarførar

Magnus Andrias dylur ikki fyri, at tað er hansara vón, at fleiri skip av hesum slagnum, fara at brúka Føroyar sum staðið, har tey skifta manning, bunkra og proviantera og fáa umvælingar gjørdar. Men fortreytin er so tann, at vit megna at vera kappingarførir í prísi og dygd. Og tað ivast hann ikki í, at vit eru og vísir til fleiri dømi um, at úlendsk oljuskip og pallar eru komin til Føroya at fáa tænastur gjørdar við sera góðum úrsliti.

Hann heldur, at vit sjálvi eiga at bróta upp um armar og gera vart við okkara góðu geografisku støðu og siga frá, hvat vit kunnu og hava at bjóða.

-Men hvussu ber tað so til, at Maersk Supply Service hesaferð hevur sent ikki færri enn tvey av sínum skipum til Føroya, áðrenn tey fara víðari um Atlantshav at røkja nýggjar uppgávur?

”Initiativið kemur frá einum av okkara kollegum, sum er skipari hjá Maersk Supply Service. Tað er nettupp ein orsøkin til, at vit eru her. Tað er hansara góða fótarbeiði, sum føroyingar kunnu takka fyri, at hesi bæði skipini eru komin til Føroya.”

Magnus Andrias heldur annars, at føroyingar eiga at gera eitt størri uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa fleiri frálandsskip henda vegin. Tað er ikki so langt frá Føroyum og niður til feltini í Norðsjónum og norðan fyri Skotland.

-Komu til ikki til Føroya, hvar lógu tit so?

”Tá lógu vit fyri tað mesta í eini skotskari havn ella í Fredricia.”

-Hvør er munurin at liggja her og har?

”Eg dugi ikki at siga tað. Men sum eg dugi at síggja tað, so eru vit kappingarførir í prísi fyri tænastur. Tað er ein siglitúrur at koma hertil, men skal tú vestureftir, so er tað jú á vegnum. Og Maersk hevur jú góðar royndir av føroyingum bæði umborð og í landi.

Vit hava flogvøll, vit hava alla hugsandi útgerð og tænastur í sambandi við at skifta manningar, til bunkring, proviantering, umvæling ol. Haldi vit burdu profilerað meira úteftir, at boripallur og stór oljuskip hava verið umvæld á Skálafjørðinum, so gott í tey, sum hava fingið hetta í lag so ella so. Tað ræður nú um at fáa boðskapin um Føroyar sum maritiman tilfeingisdepil út í stóru verð.”

Heldur Føroyar enn Skotland

-Nú nógv virksemi er beint eystan fyri okkara mark, so skuldi man trúð, at tað var skjótari hjá reiðaríunum at brúkt Føroyar sum basa heldur enn at fara heilt til Aberdeen?

”Tað er júst henda uppmerksomheitin, sum er so týdningarmikil. Føroyingar burdu skipað fyri eini ella aðrari kampanju tvs. sett seg í samband við tey ymsu reiðaríini, sum hava skipini.”

-Skulu vit senda ein delegatión avstað at vitja útlendsk reiðarí ella skulu vit bjóða teimum henda vegin? Ella bæði tvey?

”Júst hvat nágreiniliga skal gerast veit eg ikki. Men vit hava jú internet, har man kundi gjørt reiðarí oo. innan vinnuna varug við okkara støðu her í Atlantshavi. Vit kunnu gera tingini líka væl sum aðrir og kanska uppaftur betri. Nú havi eg ikki verið her fyrr við einum donskum báti, men boripallurin West Hercules varð umvældur her við framúr góðum úrsliti, men vit hoyrdu tíverri ov lítið um, at Hercules hevði verið her, og at teir vóru sera væl nøgdir við alt arbeiðið. Har haldi eg, at vit áttu at verið meira ósmædnir og útfarandi og gjørt vart við okkara støðu og úrslit. Vit skulu eisini vita, at boripallar í dag oftani fara langan veg til at verða umvældir. So hví ikki til Føroya.”

-Tað eru tey, sum halda, at vit áttu at ”fanga” tey skip, sum sigla um Atlantshav?

”Sjálvandi, tí vit hava jú tænastur og ekspertisu at bjóða fram. So tað er at skunda undir marknaðarføringina. Ja bara tann sannroynd, at Maersk hevur avgjørt at leggja tvey skip í føroyska havn, meðan tey bíða at fara til Kanada, er nakað, sum vit eiga at brúka í marknaðarføringini.”

Gott at liggja í Vági

Nú vit síggja, at tað er ikki sørt av kapping millum ymsu havnirnar í Føroyum um at fáa frálandsskip til júst sína havn, spurdu vit skiparan á Maersk Lancer, hvat hann heldur um hesa kapping?

”Hon er einki annað enn náttúrlig, tó at vit eiga eisini at royna at arbeiða saman. Men tað er so ein spurningur um prís, tænastustøði, havnaumstøður og tilgongiligheit til eitt nú eykalutir og hvussu skjótt tú kann fáa teir fram. Tað hevur altíð nógv at siga í oljuvinnuni, at man kann levera skjótt, levera gott og sjálvandi bíligt.”

Magnus Andrias, sum fór til Vágs við Maersk Lancer í gjár, er ikki samdur við teimum, sum kanska halda,at slík skip eiga heldur at liggja í Havn ella Runavík, tí har eru tænasturnar fleiri. "Ein eigur ikki at útiloka nakað. Tað veldst sjálvandi um tørvin. Eg giti vit koma at liggja væl í Vági saman við okkara systurskipi. Vit hava so heldur ikki brúk fyri tí stóra. Og nógv av tí vit hava tørv á fáa vit í Vági. Skal tú skifta manning, so er tað kanska eittt sindur langt at fara. og serliga um ferðaætlanin hjá Smyrli ikki passar heilt til, men hinvegin, so hava teir har eina skipasmiðju og fólk til tað arbeiði umframt aðrar tænastur. Man kann so eisini siga, at Vágur liggur eitt sindur tættari uppá oljufeltini, og tað er ikki at undirmeta týdningin av.”

-Skulu vit satsa uppá at fáa frálandsskip, sum arbeiða í oljuvinnuni í grannalagnum, er tað so serstakliga á Hetlandsleiðunum vit skulu fara, ella skal tað eisini fevna um sjálvan Norðsjógvin?

”Tað vil so serliga vera vestan fyri Hetland. Tað er jú ikki so langt til Føroya hiðani, og onkuntíð er tað líka langt at sigla til Aberdeen ella longri, um tú er norðaliga í Norðsjónum. Tað vil so altíð vera spurningur um eina javnvág.”

Leita við Føroyar

Eingin ivi er um, at føroyingar, sum arbeiða í altjóða oljuvinnuni, fylgja væl við, hvat hendir á hesum øki í Føroyum. Og nú ein nýggj leitiútbjóðing í Føroyum er ávegis, spurdu vit Magnus Andrias, hvat hann heldur um tað?

”Eingin sá, at gongdin brádliga vendi. Tað kom knappliga og gekk niðureftir, og tað kann koma líka knappliga og ganga upp eftir aftur. Mín persónliga meining, tó uttan at hava nakað serligt innlit í tað, er, at tað altíð er gott at satsa í ringum tíðum. Men sjálvandi kostar tað nógv. Trúgva oljufeløgini uppá tað, so koma tey, men gera tey tað ikki, so halda tey seg vekk. Magnus Andrias vónar, at komandi útbjóðing verður væleydnað, tí tað fer eisini seta ringar í vatnið, og har veitingarvinnan aftur fær vind í seglini.

Maersk Lancer, sum nú er farið til Vágs at liggja, hevur seinastu árini arbeitt fyri Petrobras í Brasil. 10 mans eru við skipinum nú, men vanliga eru teir 15 mans við. Tveir føroyingar eru á brúnni og maskinrúminum í løtuni, Magnus Andrias Samuelsen er kapteynur, og Sámal Marius Hansen er maskinstjóri. Føroyskir yvirmenn er eisini á hinum holdinum.

Faroe Ship agentur

Tað er Faroe Ship, sum er agentur fyri tey bæði Maersk skipini, sum liggja á Vági. Jónhard Johannessen hjá Faroe Ship, sigur við oljan.fo, at tað er hugaligt, tá slík skip koma til Føroya og leggur aftrat, at teir hava brúkt nógva orku og tíð uppá at fáa hesi skipini henda vegin. Hann vónar, at hetta kann vera við til at fáa onnur skip henda vegin eisini.