Stór óvissa um oljuprísin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2017 - 20:30

Oljan >


Kolveltandi lækking í oljuprísinum er ávegis í 2017. Hetta metir Leonardo Maugeri frá lærda háskúlanum Harvard. Eftirspurningurin eftir olju kann als ikki fylgja við framleiðsluni, og vit eru ávegis móti einum vegamóti, har oljuprísurin fer at lækka munandi sigur eygleiðarin, sum áður hevur fingið rætt, tá hann spáddi, at oljuprísurin fór at lækka nógv.

Hóast miðvísar royndir frá Opec londum og 11 londum uttan fyri Opec við Ruslandi á odda at minka munandi um oljuframleiðsluna, fyri at fáa prísin upp, so er framleiðslan framvegis sera stór m.a. orsakað av hækkandi amerikonsku Shale framleiðsluni og orsakað av verkætlanum, sum vórðu samtyktar, áðrenn príslækkingin gjørdi seg galdandi í 2014-16.

Tað er ikki ov tíðliga at koma vísa reyða flaggið. Um ikki eftirspurningurin veksur munandi og setir met í 2017, so kunnu vit rokna við enn eini stórari príslækking sigur Leonardo Maugeri í eini kanning.

Maugeri, sum fyrr arbeiddi hjá italska oljufelagnum ENI, hevur atgongd til ein databasa við 1200 oljukeldum kring heimin, sum vísir, at stór øking hevur verið í oljuframleiðsluni frá oktober til januar í ár.

Sambært databasanum er framleiðslan av olju og gassi henda fyrsta ársfjórðingin í ár vaksin til 99,5 mill. tunnur. Sama tíðarskeið er eftirspurningurin 97 mill. tunnur. Roknað verður við, at amerikanska Shale oljan fer at vaksa munandi. Eftir at hava minkað um Shale framleiðsluna seinastu 3 árini við 40%, er hon nú vit at fóta sær og vaksa aftur skrivar Finacial Times.

Støðan á oljumarknaðinum í løtuni er rættiliga óviss. Um somu tíð sum fleiri oljuframleiðandi lond við Opec og londum uttan fyri felagsskapin á odda hava minkað framleiðsluna við 1,8 mill. tunnum um dagin, so hevur hetta eggjað amerikonskum Shale oljuframleiðarum at økja munandi um sína framleiðslu, og tað er so við til at trýsta prísin niðuraftur.

Fastfrystingaravtalan, sum hon eisini verður kallað, millum Opec og onnur lond skal endurskoðast komandi mánaðirnar, og ætlanin er at leingja hana við enn einum hálvum ári. Um semja fæst er enn óvist. Men oljufeløg í USA eru sinnað til at fáa meira Shale olju upp samstundis sum tíðindi ganga um, at tað eru gjørd risastór oljufund í Alaska. Eisini tað kann hava ávirkan á oljuprísin uppá sikt. Mangt bendir á, at talan er um eitt veruligt prískríggj millum oljustórveldini Saudi Arabia og USA.