Nýtt oljufund eystan fyri føroyska markið kann goyma 1 mia. tunnur av olju og kann fáa ávirkan á eina komandi fólkaatkvøðu í Skotlandi um loysing.

Stórt oljufund kann ávirka fólkaatkvøðu um loysing í Skotlandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.03.2017 - 13:03

Oljan >

Nýtt oljufund eystan fyri føroyska markið kann goyma 1 mia. tunnur av olju og kann fáa ávirkan á eina komandi fólkaatkvøðu í Skotlandi um loysing. 


Skotskir miðlar eru á tremur um seinasta stóra oljufundin vestan fyri Hetland í ”Lancaster stórøkinum”. Hetta sigst at vera størsta fundið, sum er gjørt á Atlantsmótinum í 16 ár og er eisini tann størsta keldan, sum ikki er vorðin útbygd. Ætlanin er at byggja hana út og fara tær 1 milliardir tunnurnar av olju ikki at vera uppi fyrr enn í fyrsta lagi í 2050. Nú fer fyristøðufelagið Hurricane Energy at leita eftir 400 mill. dollarum fyri at kunna fara undir eina útbygging, sum skal vera liðug í 2019. Helst er neyðugt at fáa onnur oljufeløg við í verkætlanina og verða BP og Shell nevnd í hesum sambandi, nú tey standa fyri oljuframleiðslum í grannalagnum, við keldunum Foinaven og Shiehallion.

Nú er eftir øllum at døma politikkur eisini komin í umrødda stórfundið. Miðlar skriva, nú beint eftir, at stjórnin í Skotlandi hevur samtykt at útskriva 2. fólkaatkvøðuna um at fara úr bretska ríkinum, at henda oljukeldan kann fáa ávirkan á úrslitið av eini fólkaatkvøðu, so stórt kann virðið av oljuni gerast.

Lækkaðu oljuprísirnir hesi seinastu árini hava fingið búskaparfrøðingar at gera greitt, at Skotland ikki er búskaparliga ført fyri at taka loysing. Samlaðu inntøkurnar frá oljuframleiðsluni eru so mikið nógv minkaðar, at henda sannroynd ger, at Skotland er enn minni ført fyri at standa á egnum beinum. Nú siga so somu búskaparfrøðingar, at eitt risastórt oljufund sum Halifax skamt frá føroyska markinum, kann vera við til at økja um oljuinntøkurnar hjá Skotlandi og harvið eisini møguleikarnar fyri at kunna klára seg búskaparliga uttan hjálp úr Onglandi. Eisini í Føroyum hevur tað áður verið róð framundir, at loysingin fór at koma við stórum oljufundum. Tann útsøgnin stendur so enn ósvarað. 

Hóast nýggja oljufundið er stórt, so kemur tað kortini ikki uppá síðuna av tveimum av teimum størstu oljufundunum, sum eru gjørd í bretskum øki seinastu 50 árini, nevniliga Forties í Norðsjónum, sum var uppá 5 mia. tunnur og Clair á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland, sum sigst rúma 10 mia. tunnur.

Innan bretska oljuídnaðinum verða tíðindini um Halifax fagnað. Tey geva nú aftur tí hart raktu oljuvinnuni nýggjar vónir. Stjórin í Oil and Gas UK, Deirdre Michie, sigur við skotskar miðlar, at fundið kemur í eini tíð, har tað veruliga er brúk fyri at menna trúnna aftur uppá bretska landgrunnin. ”Hetta fundið gevur okkum øllum íblástur og er við til at fáa nýggj oljufeløg til at gera íløgur á bretska landgrunninum. Nettupp íløgur í leiting og framleiðslu er tað okkum tørvar, nú eftir at vit í kjalarvørrinum á lækkandi oljuprísinum hava megnað at minka um kostnaðin við eitt nú rationaliseringum.”

Hagfrøðingar vilja vera við, at tað framvegis goyma seg 20 mia. tunnur av olju í bretsku undirgrundini, harav ein stórur partur er í økinum millum Hetland og føroyska markið, eisini nevnt Atlantsmótið.