Stórur áhugi fyri føroyskari oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.12.2016 - 13:01

Oljan >

At 4. føroyska útbjóðingarumfarið nú nærkast kom væl til sjóndar á básinum hjá Jarðfeingi, ið júst hevur verið við á PROSPEX-ráðstevnuni í London. Nógv oljufeløg løgdu leiðina framvið til eitt prát skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi.

Á ráðstevnuni varð eisini stórur dentur lagdur á framløgur, har nýggj vitan varð løgd fram. Í ár hevði Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, eina framløgu, har hon vísti á áhugaverdar og nýggjar møguleikar í føroyska økinum við serligum atliti at Judd-leiðini, sum liggur tætt við markið til Bretlands. Nógv fólk vóru til framløguna, og fleiri komu eisini at vitja básin og frætta meira um hetta áhugaverda økið.

Seinastu tíðina er nógv nýggj vitan komin undan kavi, meðan jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi, saman við samstarvsfeløgum aðrastaðni, hava arbeitt við at búna landgrunnin til útbjóðingina, sum alment letur upp 17. mai komandi ár.

PESGB skipar fyri PROSPEX-ráðstevnuni í London á hvørjum ári. Í ár var ráðstevnan 14. og 15. desember. Ráðstevnan er altíð sera væl vitjað av bæði olju- og veitarafeløgum skrivar www.jf.fo.