Økið millum Hetland og føroyska markið eru partur av 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum.

Stórur áhugi fyri oljuleiting á bretska landgrunninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.11.2017 - 16:48

Oljan >


Í vikuni lat aftur 30. oljuútbjóðingin á bretska landgrunninum. Heili 68 oljufeløg hava latið 96 umsóknir inn um teir 239 teigarnar, sum hava verið bodnir út til oljuleiting. Ein partur av útbjóðingini fevnir um stóran part av økinum vestan og norðan fyri Hetland, tvs. tætt við føroyska markið. Enn vita vit ikki, hvørji feløg hava søkt og hvørji øki. Men tað er sannlíkt, at fleiri av umsóknunum uttan iva fevna um økið eystan fyri føroyska markið. Hetta fáa vit nærri at vita um nakrar mánaðir, tá bretsku myndugleikarnir eru lidnir at viðgera umsóknir og lata loyvini. Sum skilst verður hetta einaferð komandi vár.

Nick Richardson, stjóri í Oil and Gas Authority, sigur, at tey eru sera væl nøgd við undirtøkuna, og at so stórur áhugi er fyri at leita eftir olju og gassi, hóast fíggjarligu fortreytirnar hjá vinnuni ikki hava verið av teimum bestu hesi seinastu árini. Hann vísir á, at feløgini tykjast væl nøgd við nýggju sokallaðu innovativu loyvistreytirnar, sum bretskir myndugleikar hava tikið stig til fyri at økja um áhugin fyri at leita í bretskum øki. Feløgini hava so eisini tikið væl ímóti ókeypis seismikkinum og øðrum tifari, sum tey hava fingið frá myndugleikunum.

Umframt at viðgera mongu umsóknirnar fer OGA, sum svarar til okkara Jarðfeingi, at fyrireika 31. útbjoðingina, sum letur um miðskeiðis í 2018. Í komandi viku fara myndugleikarnir at bjóða út ókeypis nýggj data og tilfar, sum varð fingið til vega í 2016, tá bretska stjórnin stuðlaði eitt nú seismikkskjóting og tulking við stórum peningaupphæddum. Hetta tilfarið skal vera við til at stuðla upp undir komandi 31. útbjóðingina, sum fer at fevna um øki, har lítil ella eingin leiting hevur verið áður.