Myrkabláu økini eru nýggju leitiloyvini oljufeløg hava fingið tillutað eitt nú eystan fyri føroyska markið. Hesi kunnu fáa týdning fyri leiting føroysku megin markið eisini, einaferð í framtíðini. Kelda OGA

Stórur áhugi fyri oljuleiting eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.05.2018 - 13:01

Oljan >

Oljuleitingin nærkast Føroyum í hvørjum. Hetta er m.a. úrslitið av 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum. 


Bretskir myndugleikar hava nú almannakunngjørt nøvnini á teimum oljufeløgum, sum hava fingið tillutað nýggj leitiloyvi á bretska landgrunninum. Ikki færri enn 123 loyvi (lisensir), sum fevna um 229 teigar, eru latin 61 oljufeløgum, ið søktu um leitiloyvi í 30. útbjóðingini. Ein stórur partur av loyvunum liggja á Atlantsmótinum tvs. økinum millum føroyska markið og Hetland.

Bretskir oljumiðlar eru ovurfegnir um úrslitið av útbjóðingini og vísa á, at av øllum økjum á tí stóra bretska landgrunninum, so verður nú av álvara varpað ljós á økið millum Hetland og Føroyar. Og viðmerkingarnar frá oddafólkunum í bretsku oljuvinnuni og hjá myndugleikum eru sera jaligar. Tosað verður um einki minni enn eina kollvelting fyri leiting á bretska landgrunninum. 

Og tað er ikki hvør sum helst, sum hevur fingið loyvi. Millum feløgini teljast fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, teirra millum Shell, BP og Total.

OGA, Oil and Gas Authority, sum er bretska svarið til okkara Jarðfeingi, letur sera væl at úrslitinum av útbjóðingini og fegnast um, at oljufeløg hava bundið seg til at bora ikki færri enn 8 nýggjar brunnar umframt at skjóta eitt nú 3D seismikk. Roknað verður við, at útbjóðingin av álvara fer at seta gongd á bæði oljuleiting og útbyggingar á bretska landgrunninum herímillum í økjum, sum liggja tætt upp at føroyska markinum.

Vert er at geva serstakt gætur til loyvini upp til markið, sum oljufeløgini Shell og Siccar Point Energy hava fingið tillutað. Júst í hesum døgum bora feløgini ein týdningarmiklan brunn á Cambo kelduni, sum liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum. Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Shell keypti seg inn í loyvini hjá Siccar Point her, hvat verður mett at vera eitt veruligt “boost” fyri leiting og framtíðar oljuframleiðslu í hesum økinum. At fáa eitt av heimsins størstu og mest royndu oljufeløgum sum Shell við í leitingina kann fáa alstóran týdning fyri framtíðina. 

Umframt at feløgini hava fingið fleiri øki saman, 50% til hvønn, so sæst á kunningini frá bretsku myndugleikunum, at Shell einsamalt eisini hevur fingið tillutað nøkur loyvi í grannalagnum. Tað áhugaverda við hesum loyvum, hyggja vit eftir kortum, er, at hesi eru eitt framhald av loyvum við markið, sum Shell fekk tillutað í 29. útbjóðingini í fjør. Hetta er í tí sonevnda Gullhorninum, nærhendis har fyrstu brunnarnir vórðu boraðir á føroyskum øki fyri skjótt 20 árum síðani. Henda sannroynd, at Shell nú er farið at hyggja eftir økjunum aftur, er uttan iva nakað, sum føroyskir jarðfrøðimyndugleikar fara at fylgja væl við í. Spurningurin er, nær Shell og eisini Siccar Point, fara at hyggja vestur um markið inn á føroyskt øki og søkja um loyvi her eisini. Hetta fyri at tryggjað sær tey øki, sum liggja rundan um verandi loyvi á bretska landgrunninum.So ein virkin leiting á føroyska landgrunninum nýtist als ikki at liggja so langt frammi í tíðini heldur, hóast úrslitið av seinastu útbjóðingini her var eitt vónbrot. 

Annars síggja vit eisini, at feløg sum Total og BP, sum longu eru sera virkin á Atlantsmótinum, hava fingið tillutað eina rúgvu av loyvum, sum liggja miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland. Hetta boðar so sanniliga eisini frá góðum og eru hetta sera góð tíðindi fyri henda lutvíst nýggja olju- og gasslandslutin, tí tað vísir, at tey stóru feløgini trúgva uppá Atlantsmótið og vilja gera íløgur her.

Onnur feløg, sum hava fingið loyvi ella eru partnarar í loyvum vestan fyri Hetland, eru t.d. Ineos, Athena Exploration, Spark Exploration, Parkmead, Crysaor og Nexen.

Oljan.fo fer at fylgja væl við gongdini við markið komandi tíðina.