Tesla stjórin og Vestas stjórin undir samstarv

Tesla og Vestas samstarva um at goyma vindorku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.09.2017 - 16:53

Oljan > Vinna & Tøkni > Orka

Tvær av stóru orkufyritøkunum í heiminum, Tesla og Vestas, ið arbeiða ávikavist við elriknum bilum og vindorku, eru farnar undir samstarv um at menna eina loysn, ið kann goyma vindorku. Hetta skrivar Børsen.

Vestas arbeiðir við ymsum orkuverkætlanum, sum byggja á hybridloysnir og arbeiðir í tí sambandi saman við fleiri øðrum fyritøkum, ið hava specialiserað seg innan orkugoymslu harímilum Tesla, sigur tíðindastjórin hjá Vestas, Anders Riis við Børsen.

Berlingarin skrivar á netinum, at tá ovasti stjórin í Vestas, Anders Runevad, legði fram seinasta ársroknskapin, segði hann, at Vestas fór at víðka sítt fokus til eisini at fevna um goymsluloysnir til streym.

Orsøkin til hesa gongd er tann, at Vestas ynskir ikki einans at vera leiðandi innan vindmyllur men eisini innan varandi orkukeldur. Tøknin, sum Tesla brúkar í sínum battaríum, verður tí eisini brúkt í fleiri av verktætlanunum hjá Vestas. Ein goymsla við vindorku vil tí hava stórar fyrimunir fyri Vestas, tí tað kann vera við til at lækka elprísin.

Íløgubúskaparfrøðingurin Per Hansen frá Nordnet sigur við Berlingske, at goymsla av varandi orku heilt givið kann gerast næsta stóra bylgjan innan grønu framtíðina. Kortini heldur hann ikki, at man skal leggja alt ov nógv í úrslitið av samstarvinum millum Vestas og Tesla í løtuni.

»Tað hevur týdning at minna á, at Tesla arbeiðir saman við nógvum øðrum. Hinvegin er Vestas ein av stóru leikarunum og pionerunum innan vindorku, og á tann hátt verður Vestas eisini ein náttúrligur samstarvspartnari hjá Tesla.”