Dánjal Pauli Zachariassen, skipari fegnast um, at Thor Assister loksins aftur er í Føroyum eftir vørum og tænastum. Mynd Jan Müller, oljan.fo

Thor Assister heima aftur av heimsins høvum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

02.07.2017 - 19:27

Oljan >

Thor Assister, eitt av veteranskipunum í frálandsflotanum hjá reiðaríinum í Hósvík, vitjaði aftur á klettunum nú um dagarnar. Eftir at hava verið til arbeiðis á flestu av heimsins høvum nú í mong ár, kundi hjálpar- og vaktarskipið Thor Assister leggja at á Vestaru Bryggju í Havn. Hesaferð varð nevniliga lagamanni at seta kósina heimeftir, nú skipið er til arbeiðis í grannalagnum. Thor Assister hevur nú í nakrar vikur tænt hjá einum av heimsins størstu og mest framkomnu seismikkskipum, norska Ramform Titan, sum arbeiðir fyri oljufelagið Total vestan fyri Hetland. Har stendur tað fyri eini rættiliga umfevnandi seismiskari verkætlan, sum er í einum øki nærhendis gasskeldunum Laggan Tormore. Hetta er tætt við føroyska markið. Thor Offshore Services, sum nú í mong ár hevur arbeitt fyri norsku seismikkfyritøkuna PGS, er eisini partur av hesi stóru og spennandi verkætlan á Atlantsmótinum.

Upplagt at fara til Føroya
Nú teinurin til Føroya at skifta manning er stytri ella ikki longri enn at fara til Hetlands ella inn á skotska meginlandið, og nú flogsambandið er sera gott úr Vágum, varð avgjørt at fara á Havnina at skifta manning og proviantera. Tá arbeiðsgevarin Total frætti um góðu umstøðurnar í Føroyum at veita tænastur til frálandsvinnuna eystan fyri markið, gjørdi tað av at lurta eftir ráðunum frá føroyska skiparanum um hesaferð at brúka Føroyar til manningarskifti.

Dánjal Pauli Zachariassen, skipari, sum nú hevur avloyst umborð á Thor Assister, nú skipið er farið aftur á leiðirnar eystan fyri markið, heldur sjálvur tað vera náttúrligt, tá hetta liggur í kortunum, at frálandsskip brúka Føroyar til eitt nú manningarskifti. Fyri hann sjálvan er tað eisini lagamanni at skula loysa av, nú talan bara er um ein koyritúr úr Sørvági til Havnar – umborð á Thor Assister.

Fegnast um føroysku veitingarvinnuna
Hann fegnast um, at tað hevur eydnast Føroyum at menna eina veitingarvinnu, ið m.a. kann veita tænastur til frálandsskip, sum arbeiða í grannalagnum. ”Vit hava prógvað, at her eru mest sum allar tær tænastur og veitingar, sum frálandsskip hava tørv á, at hesar kunnu fáast til vega innan nærum onga tíð, og tær eru kappingarførar við tær í grannalondunum. Tað ræður um at gera okkara kundum varugar við hesa støðu. Í mongum førum eru teir óvitandi um, hvat vit hava at bjóða í Føroyum.”

Hóast Thor Assister ikki telist millum tey mest nútímans frálandsskipini, so livir skipið kortini upp til tey mongu strongu krøv, sum eru galdandi í hesi vinnu. ”Skipið er meira enn 10 ára gamalt og hevur tí ikki alla ta nýggjastu útgerðina, sum mong av nýggjastu frálandsskipunum í dag hava. Tað er sera væl hildið. Og stórur eftirspurningur er hetta júst hesum skipinum, tí tað nøktar mangar av arbeiðsuppgávunum brúk er fyri. Skipið er sera lætt at arbeiða við, tað er sum at koyra ein bil”, sigur Dánjal Pauli Zachariassen, sum veit, hvat hann tosar um. Við sínum drúgvu royndum á heimsins høvum nú í mong ár hevur hann lært at liva við og fáa sum mest burtur úr tí arbeiðsamboði, sum er tøkt. Hann vísir á, at Thor Assister man vera eitt av teimum føroysku skipunum, sum hevur arbeitt á flestu høvum. Tað er sloppið at royna seg, Skipið hevur tænt í frálandsvinnuni í Barentshavinum, í Norðsjónum, á Atlantsmótinum, í Vestur- og Eysturafrika, í Suðuramerika og í Asia. Í køldum og heitari økjum kring knøttin. Í harðbalnum sjógvi við Falklandsoyggjarnar.

Sjómaður alt sítt lív
Dánjal Pauli hevur verið sjómaður alt sítt lív. Hann fór til sjós sum blaðungur og eftir tað á sjómansskúla. Síðani var hann við Maersk skipi í hálvt triðja ár, kom heimaftur og var við fiskiskipi í 13 ár. Eftir tað 15 ár við Kosan og 6 ár við Bergensen og hesi seinastu 4-5 árini við Thor. Í skrivandi løtu ger hann arbeiðið eystan fyri markið liðugt saman við 1. stýrimanni, sum eisini er føroyingur, Tordur Andreassen av Norðskála, seks bulgarum, einum indonesa og einum amerikanara. Tá uppgávan sum hjálparskip hjá Ramform Titan er liðug, gongur leiðin aftur út á heimsins høv, har Thor Assister hoyrir heima og trúliga hevur livað upp til sítt navn nú í mong ár. Nær skipið aftur verður at síggja á hesum leiðum er óvist, men við tí nógva virksemi, sum hevur tikið seg upp á Atlantsmótinum , tvs. vestan fyri Hetland, vestan fyri Írland og vónandi eisini eystan fyri Føroyar, er ikki óvist, at tað einaferð í næstu framtíð aftur verða boð eftir hesum ”seiga og treysta” føroyska frálandsfarinum.

Við Thor Assister eru 10 mans. Skipið hevur bjargingarútgerð til 50 mans og koyggjur til 30. Tað virkar sum vaktar- og hjálparskip (chaseskip)  í altjóða frálandsvinnuni kring allan heimin. Hóast skipið upprunaliga varð bygt til innaru farvatnini, so roynist tað sera væl mest sum allastaðni. Tað er sera væl hildið, og kann eisini brúkast til sleip.