Thor Magni kemur seglbáti í havsneyð til hjálpar

Thor Magni bjargaði tveimum monnum í seglbáti í havsneyð í Atlantshavi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.06.2017 - 11:46

Oljan >

Føroyska frálandsskipið Thor Magni bjargaði 2 monnum í einum søkkandi seglbáti í vikuskiftinum. Hetta hendi í sambandi við stóru siglingarkappingini “Royal Western Yacht Club’s single-handed and two-handed transatlantic race” tvørtur um Atlantshav úr Bretlandi til USA. Stormur var í økinum eitt skifti, og fleiri av seglbátunum komu sera illa fyri. Kappsiglingin byrjaði 29. mai og er fyri bátar úr 27 uppí 60 føtur til longdar. Kanadiska sjóverjan fekk boðini um ringu støðuna hjá fleiri av bátunum og fleiri skip, teirra millum Thor Magni, komu fleiri av seglbátunum til hjálpar. 

Niðanfyri partur av frágreiðing frá kanadisku sjóverjuni um støðuna hjá fleiri av bátunum og stuðul frá skipum á leiðini, m.a. Thor Magni.

Bátarnir, sum hava verið í havsneyð og hava fingið hjálp, eru: 


• TAMARIND – Suffered severe damage. Skipper well with no injuries. Rescued by Queen Mary en route to Halifax.
• HAPPY – Dismasted. Both crew rescued by ocean going tug APL FORWARD. No injuries reported.
• FURIA – Boat sunk. Crew rescued by survey vessel THOR MAGNA. No injuries reported.
• HARMONII – Mainsail and track damage. Retired. Heading under engine for the Azores. Skipper ok, no injuries.
• SUOMI KUDU – Mainsail problems. Retired. Heading back to UK. Skipper ok, no injuries.

http://rwyc.org/ostar/gallery/

report from the race organizer: