Thor Magni við kai á Besiktas-skipasmiðjuni. Mynd: Thor

Thor Magni skjótt klárur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

25.11.2014 - 17:42

Oljan >

Arbeiðið við at gera Thor-skipini klár á Besiktas-skipasmiðjuni í turkiska býnum Istanbul heldur fram. Í løtuni verður arbeitt við at gera Thor Magni kláran.

Gunnbjørn Joensen, stjóri á Thor, sigur at teir eru ikki heilt klárir enn, men tað verður ikki leingi so verður skipið klárt.

Thor Magni er eitt av fýra skipum sum Thor letur byggja á Besiktas-skipasmiðjuni, og sum skulu vera klár í ár og í 2015. Avtala er eisinji um at skipasmiðjan kann byggja fýra skip av sama slag afturat í 2016 og 2017 um Thor ynskir tað.

Hesi skipini skulu brúkast innan oljuvinnuna, og eru sergjørd til arbeiði í samband við seismikk-kanningar.