Kongsborg hjá Skansi Offshore leigað sum veitingarskip til spennandi leitiboring eystan fyri markið. Stutt har frá hevur Thor Assister hjá Thor til uppgávu at vera hjálparskip í sambandi við stóra seismikkverkætlan

Thor og Skansi týðandi arbeiðsuppgávur eystan fyri markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.06.2017 - 12:20

Oljan >


Nú tosað hevur verið so nógv um at fáa útlendsk oljufeløg, sum arbeiða eystan fyri føroyska markið, at koma til Føroya at keypa vørur og tænastur so sum at skifta manning, bunkra og proviantera, so hendir eisini, at boð eru eftir føroyskum sjóvinnutænastum til oljuvirksemið vestan fyri Hetland. Í løtuni arbeiða tvey føroysk frálandsskip í bretskum øki hinumegin markið. Tey eru Thor Assister hjá reiðarínum Thor í Hósvík og síðani Kongsborg hjá Skansi Offshore í Havn.

Kongsborg er í løtuni hjálpar- og veitingarskip hjá boripallinum West Phoenix, sum borar ein leitibrunn fyri oljufeløgini CnoocNexen og BP. Hetta man vera fyrstu ferð, at eitt av skipunum hjá Skansi er til arbeiðis vestan fyri Hetland. Hjálpar- og veitingarskipið Thor Assister hjá Thor er eisini til arbeiðis skamt frá føroyska markinum, har eitt av heimsins mest framkomnu seismikkskipum, Ramform Titan, skjýtur seismikk fyri seismikkfelagið PGS. Tey hava verið har síðani miðjan mai og skulu halda fram við arbeiðinum til endan av juni.

Ein kann siga, at bæði tey føroysku frálandsskipini eru til uppgávur, sum hava við framtíðar oljuvirksemi at gera. Meðan CnoocNexen vónar at gera eitt nýtt olju- ella gassfund í síni fyrstu boring á Atlantsmótinum, hevur PGS fingið til uppgávu frá bretsku stjórnini at skjóta seismikk í einum stórum øki, sum røkkur frá leiðunum við markið og eystur og norður eftir móti Clair oljukelduni og Laggan Tormore gasskelduni. Tað ljóðar, at hetta er seismikkur, sum stjórnin fer at lata oljufeløgum, ið møguliga fara at luttaka í komandi 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum, ókeypis. Nøkur av komandi loyvisøkinum liggja tætt við og fram við føroyska markinum.