Tilmæli um Føroyar sum maritimur tænastudepil setast í verk


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.08.2017 - 18:05

Oljan >


Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu mennast sum maritimur tænastudepil og shippingland. Skulu vit røkka málinum, er neyðugt við eini yvirskipaðari ætlan, sum fevnir um allar tættir í sjóvinnuni, so sum lógarkarmar, Fas, tænastur, útbúgvingar og marknaðarføring, sigur Aksel Johannesen, løgmaður í ískoytisfrágreiðingini til ólavsøkurøðuna.

Víst verður víðari á, at  tilmælið um sjóvinnu varð latið landsstýrinum í ár, og farið verður nú undir at seta tilmælini í verk. Á fíggjarlógini er serstøk játtan til at menna og marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil. Landsstýrið og Oljuvinnufelagið hava kunngjørt eina greining, sum lýsir, hvussu virksemið innan maritimar tænastur kann vaksa. Harumframt er ein lýsingarfilmur gjørdur, ið skal marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð.