Nú 12 ár eftir, at hann boraði á føroyska landgrunninum, er pallurin Stena Don í morgun farin undir at bora gassbrunn eystan fyri føroyska markið. Her er hann á Nólsoyarfirði Mynd Jan Müller/oljan.fo

Total borar nú gassbrunn í grannalagnum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.05.2018 - 19:42

Oljan >

Franska oljufelagið Total boðar í morgun frá, at tað er farið undir at bora ein nýggjan leitibrunn í økinum millum Hetland og Føroyar. Talan er um Glendronach leitimiðið, sum liggur tætt við gasskelduna Edradour. 

Boringin er partur av strategiini hjá Total at menna higartil fyrsta og einasta gassøkið vestan fyri Hetland. Lunnar vórðu lagdir undir verktætlanina, tá Total saman við táverandi Dong fór undir at útbyggja gasskeldurnar Laggan og Tormore, eystan fyri føroyska markið. Eftir tað vóru smærri gasskeldurnar í grannalagnum, Glenlivet og Edradour útbygdar og  bundnar í høvuðsgassleiðingina frá Laggan Tormore, ið fer í land í Sullom Voe í Hetland, har gassið verður viðgjørt á stórari gassverksmiðju. 

Nú sær Total fram til at finna meira gass í økinum, soleiðis at samlaða útbyggingin verður uppaftur meira lønandi. Stórabretlandi tørvar gass, nú nógvu húsarhaldini brúka gass, og politikkurin hjá stjórnini er at skapa umstøður fyri gassframleiðslu á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland, fyri á tann hátt bæði at minka um innflutningin av gassi úr Ruslandi og harnæst at menna egna gassframleiðslu.

Mett verður at tað finnast stórar gassgoymslur í bretsku undirgrundini vestan fyri Hetland, eisini nevnt Atlantsmótið. Eisini verður mett, at nógv gass finst í føroysku undirgrundini.

Boringin av nýggjasta brunninum á Glendronach leitimiðinum er so nýggjasta íløgan í størri gassvirksemi í økinum. Tað er Stena Don, sum borar brunnin.

Total var annars eitt av mongu feløgunum, sum fekk tillutað fleiri nýggj loyvi í 30. útbjóðingini í Bretlandi. Flestu teirra eru vestan fyri Hetland, bæði í økinum, har Stena Don nú er farið av bora eins og í einum longu kendum men enn ótroyttum gassøki longur norðari á Atlantsmótinum. Har er gass longu funnið í keldum sum Tobermory. Bæði Total og onnur oljufeløg arbeiða við ætlanum um at fara undir útbygging her eisini. Ein brunnur verður boraður í økinum longu í summar. Tað eru Siccar Point og Ineos, sum bora brunn á Lyon leitimiðinum, eystan fyri føroyska markið.  

Stjórin í Total, Jean-Luc Guiziou, sigur við Energy Voice, at felagið er sera væl nøgt við úrslitið av 30. útbjóðingini í Bretlandi og lovar, at felagið fer at vera sera virkið vestan fyri Hetland í framtíðini. At felagið nú hevur sett á at bora enn ein leitibrunn, Glendronach, boðar frá hesum.