Trump loyvir oljuleiting við amerikonsku stendurnar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.01.2018 - 16:34

Oljan >
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur ætlanir um at lata upp flestu av strandaøkjunum í USA til oljuleiting. Bæði í Kyrrahavinum og í Atlantshavinum ætlar forsetin at lata upp øki til oljuleiting. Hetta skal skunda undir olju- og gassframleiðsluna í USA og geva túsundtals nýggj arbeiðspláss. Við hesi ætlan skal USA gerast heimsins sterkasta orkutjóð. Tað var m.a. undanfarni forsetin Barack Obama, sum setti forboð fyri hesi oljuleitingini við tí grundgeving at steðga útlátinum av CO2.

Fimm ára ætlanin, sum Trump stjórnin ætlar at seta í verk, fer at lata upp fyri oljuboringum, sum higartil hava verið stongdar í fleiri ártíggju. Tað eru kortini langt frá allir statir, sum ganga inn fyri ætlanini. Eitt nú fara myndugleikarnir í California at gera alt tað teir eru mentir fyri at seta fót fyri ætlanini eins og guvernørurin í Florida. Men samtíðis eru aðrir statir, sum síggja møguleikar fyri at vinna nógvar pengar og skapa nýggj arbeiðspláss. Millum økini, sum verða umrødd sum framtíðar leitiøki, eru strendurnar út fyri Virginia, North Carolina og South Carolina, hóast guvernørarnir her eru ímóti oljuboringum út fyri teirra strendur.

Seinasta nýggja í hesum máli er, at Trump stjórnin hevur tikið aftur loyvi at bora út fyri Florida, nú republikanski guvernørurin har harðliga hevur mælt ímóti leitingini. Florida er í dag eitt altjóða ferðamál við sínum gitnu baðistrondum, og mett verður at oljuleiting og seinni framleiðsla kann taka grundarlagið undan ferðavinnuídnaðinum her.