Mynd: EPA

Trump tekur USA úr veðurlagsavtalu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.06.2017 - 22:47

Oljan >

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur í kvøld boðað umheiminum frá, at USA ikki longur er partur av veðurlagsavtaluni, sum varð gjørd í franska høvuðsstaðnum París í 2015. 

Sambært hesi avtalu skriva 195 lond undir at arbeiða fyri at minka um útlátið av CO2. Avgerðin er ikki óvæntað, tí hetta var eitt av vallyftunum hjá Trump og sum hann nú hevur gjørt álvara av at seta í verk.

Trump segði ma., at USA við hesi avtalu er við skerdan lut, tí avtalan er eitt stórt bakkast fyri amerikanskt vinnulív, meðan onnur lond so sum Kina og India sleppa at halda fram við útbyggingum av eitt nú kolaverkum. 

Avgerðin hjá Trump fer uttan iva at skapa stóra ónøgd bæði í amerikanskari vinnu og í umheiminum, har flestu lond eru samd um at standa saman við Parísavtaluna. Fleiri kend amerikonsk vinnulívsfólk so sum Elon Musk, ið stendur aftanfyri framleiðsluna av elbilum, hevur mótmælt avgerðini hjá forsetanum við at taka seg úr einum ráðgevandi bólki, sum Trump setti herfyri. 

Eisini fleiri amerikonsk oljufeløg hava sagt seg stuðla Parísavtaluni og harmast um avgerðina hjá forsetanum. Roknað verður við at ES, Kina og India nú fara at taka leiðsluleiklutin í arbeiðinum at seta í verk Parísavtaluna. Avgerðin hjá Trump hevur fingið viðmerkjarar í USA at úttala, at hon er eins skeiv og tað var hjá USA at fara inn í Irak á sinni.

Stuðlar hjá Trump hinvegin siga, at avtalan skerjir amerikonsk arbeiðspláss, og tí eigur hon at verða sett úr gildi.