Tíðin nærkast til, at oljukeldurnar Rosebank og Cambo ávikavist 15 og 3 kilometrar frá føroyska markinum, verða útbygdar til framleiðslu.

Útbygging av Rosebank oljukelduni við føroyska markið nærkast


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.03.2018 - 16:24

Oljan >

Tíðindi/Greining

Amerikanski oljurisin Chevron, sum gjørdi stóra oljufundið Rosebank skamt frá føroyska markinum í 2004, hevur nú aftur latið seg í arbeiðshandskarnar. Felagið, sum áður hevur verið á tekniborðinum við útbygging av Rosebank fyri síðani at leggja tað á hillina, hevur nú eftir øllum at døma tikið eitt týðandi stig nærri eini endaligari útbygging.

Chevron kunnger nú um dagarnar, sambært oljumiðilinum Upstream, at tað er farið undir eina viðgerð av tilboðum uppá at byggja eitt goymslu- og framleiðsluskip, eisini nevnt FPSO. Umboð fyri felagið sigur, at tað komandi hálva árið fer at brúka tíðina til at sálda frá tilboð fyri harvið at kunna taka avgerð um, hvør skipasmiðja skal fáa uppgávuna. Ikki færri enn tríggjar skipasmiðjur í Suðurkorea, Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering, Hyundai Heavy Industries og Samsung Heavy Industries og fyritøkan Sembcorp Marine í Singapore hava latið inn tilboð. Freistin var 5. mars. Framleiðsluskipið skal kunna framleiða 100.000 tunnur av olju um dagin og kunnu goyma 950.000 tunnur. Innleiðandi samráðingar verða longu við fyritøkurnar í hesum mánaðinum. Eisini skal skipið kunna viðgera stórar nøgdir av gassi, sum síðani verða fluttar til Hetlands umvegis eina rørleiðing.

Oljuskip fyri 20 milliardir kr.

Nýggja FPSO skipið verður 295 metrar langt og 60 metrar breitt. Skipið er mett at kosta nærum 20 mia. kr. Í 2016 gjørdi Chevron av at avlýsa eitt tilboð frá suðurkoreonsku skipasmiðjuni Hyundai, tí tað var mett at vera ov dýrt. Síðani hevur verið roynt miðvíst at minka um kostnaðirnar og hevur hetta eydnast í stóran mun. Tí er nú aftur ljós fyri framman, tá tað ræður um útbygging av Rosebank.

Felagið fyrireikar eisini tilfar til tilboð uppá ein pall ella skip at bora á djúpum vatni á Rosebank leiðini. Dýpið har er 1100 metrar. Talan er um at bora fleiri brunnar í sambandi við útbyggingina í 2021 og 2022. Chevron arbeiðir so eisini við ætlanum at tulka seismikk av nýggjum, metan av legging av rørleiðingi, tiltøkum at forða fyri oljudálking ol.

Einans 15 kilometrar frá føroyska markinum

Rosebank, sum liggur 129 kilometrar vestan fyri Hetland, liggur einans 15 kilometrar frá føroyska markinum. Høvuðsgoymslan er mett at goyma 300 mió. tunnur av olju. Talan kann tó vera um nógv størri nøgdir, um farið verður eftir oljuni, sum liggur uppaftur djúpri og meira í ein útsynning frá høvuðskelduni, tvs. uppaftur nærri føroyska markinum. Haraftrat er enn ein goymsla í økinum, sum verður nevnd Lochnagar. Tað áhugaverda við Rosebank er, at partur av oljukelduni er at finna í basaltløgum. Hon kann tí eisini samanberast við møgulig framtíðar fund í føroyska basaltinum.

Um alt gongur sum ætlað verður endalig avgerð um útbygging tikin seint í hesum árinum ella tíðliga í 2019. Fyrsta oljan er ásett til 2022 ella 2023, skrivar Upstream. Sum skilst eru tó framvegis ikki allar súður syftar í hesi útbyggingini. Til tess at fáa fígging er neyðugt at kunna leggja fram eina endaliga verkætlan, sum ikki bert er góð men sum er tann besta yvirhøvur, og har hevur kostnaðurin alt at siga.

Stórur áhugi í Føroyum

Tað er greitt, at ein útbygging av Rosebank oljukelduni hevur stóran áhuga í Føroyum eisini. Nettupp tí at hon liggur so tætt við føroyskt øki. Við hesi kemur infrastrukturur nærri føroyska markinum, og tað kann hava stóran týdning fyri framtíðar fund her eisini, tó at eitt framleiðsluskip á Rosebankleiðini, hóast tað er stórt, hevur avmarkaðan kapasitet. Hinvegin er ikki ókent, at aðrar oljukeldur í grannalagnum, kunnu vera við til at gera eina útbygging sum hana á Rosebank meira lønandi, um hesar umvegis rørleiðingar á havbotninum kunnu knýtast uppí høvuðskelduna. Reint psykologiskt hevur tað eisini týdning fyri føroyska leiting, at framleiðandi oljukeldur nærkast markinum.

Hyggja vit so at eini aðrari verkætlan, sum er ávegis, útbygging av Cambo kelduni, er hon ikki minni áhugaverd fyri Føroyar. Hon liggur bert 3 kilometrar frá markinum. Avgerð er longu tikin at byggja hesa út í fleiri stigum og hava myndugleikarnir eisini longu góðkent útbyggingina, sum byrjar longu í apríl, tá boripallurin West Hercules fer at bora ein týdningarmiklan avmarkingar- og metingarbrunn. Hann verður mettur at vera tað, sum skal til fyri endaliga at fara undir útbyggingina. Verður hugt eftir kortum av undirgrundini á Camboleiðini, so síggja vit oftani, at sjálvur struktururin gongur inn at og onkuntíð inn um føroyskt mark. Er so møguleiki fyri, at oljugoymslurnar ganga tvørtur um markið, kundi hóskandi verið spurt. Her eru svarini ymisk. Jarðfrøðingar, sum hava arbeitt við Cambo, hava áður sagt, at oljukeldan er á bretskum øki, men spurningurin er, hvat tær seinastu kanningarnar vísa. Kunnu tær vísa, at oljugoymslan á Cambo fara um mark? Tí spurninginum lata vit standa ósvaraðan her.

Kærkomin tíðindi fyri føroyska leiting

At lív nú av álvara er komið í ikki færri enn tvær oljukeldur tætt við markið eiga at vera kærkomin tíðindi fyri føroyska oljuleiting, hóast seinasta útbjóðingin ikki gekk sum ætlað. Vit eiga ikki at gloyma, at leitiútbjóðingar og nú eisini útbyggingar vestan fyri Hetland drena oljufeløgini fyri bæði pening og kreftir. Ein kann tí loyva sær at gita, at hetta kann vera ein orsøkin til, at einans eitt oljufelag søkti um leitiloyvi í 4. føroysku útbjóðingini. Tað kunnu sjálvandi eisini vera aðrar orsøkir. Vit skulu heldur ikki gloyma ta sannroynd, at oljufeløg, sum hava fingið leitiloyvi og oljufeløg, sum fara undir útbyggingar, tey royna oftani at tryggja seg soleiðis, at tey eisini hava atgongd til økini nærhendis. Og taka vit virksemið, sum er og fer at verða hinumegin markið, so er greitt, at økini føroysku megin markið, er næsti grannin. (Sí kortini niðast í greinini.)

Fyri framtíðar føroyska oljuleiting hevur 30. útbjóðingin bretsku megin markið helst eisini stóran týdning. Stór øki framvið føroyska markinum eru partur av hesi útbjóðing, har ikki færri enn 68 feløg lótu inn til bretskar myndugleikar 95 umsóknir. Úrslitið av útbjóðingini verður kunngjørt í apríl ella mai. Til ber at gita, at feløg, sum longu hava loyvi nær føroyska markið, helst hava søkt um øki nærhendis, og tað kann merkja, at hesi liggja upp at markinum. Tá blíva økini føroysku megin meira áhugaverd.

Feløgini, sum serliga áhugavert verður at fylgja í hesi bretsku útbjóðingini, eru Shell, BP, Siccar Point Energy, Ineos, Total og møguliga eisini Chevron. Hetta eru feløg, sum longu frammanundan hava loyvi framvið ella tætt við markið.

Føroyskir myndugleikar hava longu gjørt vart við, at ein open door leitiskipan verður latin upp seinni í hesum árinum, og áhugavert verður  at fylgja við gongdini, hvørji feløg tá fara at taka stigið til at fara um markið.