Útbyggja oljukeldu í Barentshavi fyri helvtarprís


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.12.2017 - 16:32

Oljan >

Príslegan í oljuvinnuni tykist av álvara at vera vend, síðani oljuprísurin kavaði í 2014. Prísgongdin hevur fingið oljufeløg og veitingarfeløg at endurskoða kostnaðirnar í sambandi við útbyggingar og er komandi útbyggingin av oljukelduni Johan Castberg í Barentshavinum, sum Statoil stendur fyri, eitt gott dømi í so máta. Upprunaliga varð útbyggingin mett at kosta 100 mia. kr., men tað hevur eydnast Statoil at endurskoða alla verkætlanini, soleiðis at útbyggingin nú kann gerast fyri helvtarprís, 49 mia. kr. Og harvið kemur oljuprísurin, sum skal tryggja lønsemi, heilt niður á 35 dollarar fyri tunnuna. Ì dag er oljuprísurin 63,5 dollarar. Útbyggingin verður mett at vera liðug í 2022 og fer keldan at framleiða í meira enn 30 ár. Statoil hevur júst latið serstakliga norskum veitingarfyritøkum sáttmálar fyri fleiri mia. kr.

M.a. hava hesi tíðindini fingið miðlar kring Norra at skriva, at oljuveitslan heldur fram, og at vælferðin, sum oljuvinnan skapar, fer at verða á einum høgum støði leingi aftrat. M.a. skrivar kendi vinnulívsmaðurin Trygve Hegnar í Finansavisen, at oljuævintýrið í Norðsjónum og Barentshavinum fer eftir øllum at døma at halda fram í 50 til 100 ár aftrat. Um somu tíð vilja umboð fyri umhvørvisfelagsskapirnar vera við, at eitt nú útbyggingin av Johan Castberg fer bara at økja um CO2 útlátið, og mæla tí til, at oljan verður liggjandi í jørðini. Hesum vísir leiðarin í Finansaviser aftur. Tvørturímóti vísir blaðið á, at norska oljuøldin er ikki av. Vit fara at síggja uppaftur fleiri verkætlanir av Johan Castberg slagnum gerast veruleiki komandi árini.