Seinast leitað varð eftir olju við Føroyar var við West Hercules í 2014.

Útlendskt oljufelag tekur umsókn aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.04.2018 - 15:04

Oljan >

Einasta umsóknin til oljuleiting við Føroyar  er tikin aftur og fjórða útbjóðingarumfar er tí endaliga avgreitt sigur Jarðfeingi

Í samband við fjórða útbjóðingarumfar, sum læt aftur 17. februar, fekk Jarðfeingi eina umsókn at leita eftir kolvetni í føroyskum øki.

Eftir at Jarðfeingi hevur viðgjørt umsóknina og umrøtt hana við umsøkjaran, hevur umsøkjarin avgjørt at taka umsóknina aftur. Hetta sigur Jarðfeingi í tíðindaskrivi og vísir á, at tað fjórða útbjóðingarumfarið er sostatt liðugt avgreitt, uttan at nakað leitiloyvi varð útskrivað. Jarðfeingi metir høvuðsorsøkina til at tað ikki vóru fleiri umsóknir vera, at oljuvinnan ikki er komin í gongd við leitivirksemi aftur, aftaná kreppuna í vinnuni í kjalarvørrinum á stóra prísfallinum á olju í 2014.