Vaksandi framleiðsla í USA hóttir støðugan oljuprís


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.06.2017 - 23:06

Oljan >

Seinastu tríggjar vikurnar er oljuprísurin lækkaður við 12% og hevur lagt seg undir 50 dollarar fyri tunnuna. Í morgun var hann 48,32 dollarar, og eygleiðarar bera ótta fyri, at hann skal lækka enn meira. Onkur heldur hann fer at lækka heilt niður á 40 dollarar, tó at aðrir viðmerkjarar framhaldandi vilja vera við, at hann fer at leggja seg millum 55 og 60 dollarar sum frálíður. Kortini koma tølini úr USA rættiliga dátt við hjá teimum, sum høvdu vónað, at avgerðin hjá Opec og øðrum londum at fastfrysta framleiðsluna, fór at varðveita eina príslegu um teir 50 dollararnar og meira. Stóri vøksturin í amerikonsku skiferframleiðsluni og tær vaksandi goymslurnar í USA hava tó tikið stóra partin av oljuheiminum á bóli. Framleiðsluvøksturin í USA gongur eftir øllum at døma nógv skjótari enn mett.

Altjóða orkustovnurin IEA hevur júst kunngjørt sína nýggjastu mánaðarfrágreiðing. Ì henni verður róð framundir, at tey, sum høvdu roknað við, at prísurin fór at halda sær um teir fimti dollararnar, og at oljugoymslurnar fóru at minka, skulu gera seg út við toli. Hóast tølini síggja døpur út júst nú, so kann tó nógv broytast, tá vit koma inn í 2018 sigur stovnurin.

Fleiri orsøkir eru til óstøðugu prísviðurskiftini, eitt nú hava Libya og Nigeria, sum ikki eru partur av Opec-avtaluni, økt munandi um sína framleiðslu. M.a. er libyska framleiðslan vaksin til 800.000 tunnur um dagin, nakað, sum ikki er hent síðani 2014. Søgan sigur okkum kortini, at framleiðslan hjá hesum londunum skjótt kann ganga hin vegin aftur. Men heldur teirra vøkstur fram, so kann hetta seta kílar í ætlanina at fáa ein meira støðugan oljuprís sum úrslit av Opec avtaluni. Ein onnur orsøk til óstøðuga oljuprísin er, at ikki øll londini í Opec akta avtaluna tey hava gjørt um at minka um framleiðsluna. Eitt nú Irak, Venezuela og Sameindu Arabisku Emiratini. Men størsti meinbogin fyri at økja ella varðveita oljuprísin um teir 50 dollararnar finst í USA, sum hevur víst seg alsamt at vaksa um framleiðsluna.

Roknað verður við, at amerikanski framleiðsluvøksturin verður 430.000 tunnur um dagin, og fer ársframleiðslan í ár at vera 920.000 tunnur meira enn við ársenda í 2016. Metingarnar fyri 2018 eru ein øking í USA uppá 780.000 tunnur yvir alt árið. Men dynamikkurin er tó so stórur, at vøksturin væl kann henda nógv skjótari. Í 2018 verður framleiðslan uttan fyri Opec at vaksa við 1,5 milliónum tunnum um dagin, sum er nakað meira enn vøksturin í globala eftirspurninginum vísir frágreiðingin frá IEA. Kortini vísa tølini, at tað longu verður eitt munandi undirskot á oljumarknaðinum seinna hálvár í ár, um so er at Opec framleiðslan verður støðug.

IEA metir eina oljuframleiðslu uttan fyri Opec uppá umleið 59,73 mill. tunnur um dagin í 2018, meðan tølini fyri 2017 eru óbroytt uppá 58,26 mill. Prognosan fyri amerikonsku framleiðsluna er 13,12 mill. tunnur um dagin og væntast at vaksa til 14,14 mill. tunnur um dagin í 2018.

Samlaði eftirspurningurin í heiminum verður mettur til 97,84 milliónir tunnur um dagin. Tað vil svarar til ein vøkstur uppá 1,3 mill. tunnur um dagin frá 2016.

2018-prognosan liggur á 99,27 mill. tunnur um dagin, nakað, sum vísir ein vøkstur í eftirspurninginum uppá 1,4 mill. tunnur um dagin frá í ár.

Kelda: Energy Voice