Eftir at hava røkt formanssessin í Oljuvinnufelagnum síðani stovnanina í 2001 hevur Magni Arge gjørt av at leggja frá sær sum formaður men hann heldur fram sum nevndarlimur.

Vaktarskifti í Oljuvinnufelag - Magni Arge gevst sum formaður


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.06.2017 - 14:49

Oljan >

Oljuvinnufelagið, sum varð stovnað í 2001, sama árið sum fyrstu leitiboringarnar á føroyska landgrunninum fóru av bakkastokki, hevði aðalfund nú um dagarnar. Magni Arge, sum hevur verið formaður síðani byrjan, boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær sum formaður í felagnum. Hann hevur verið formaður øll árini, síðani felagið var stovnað, og hann var eisini formaður í undangongufelagnum Føroya Oljuídnaður, sum varð sett á stovn í 1993, tá oljuvirksemi eystan fyri markið tók dik á seg og sum skundaði undir føroysku oljutilgongdina.

Gunnbjørn Joensen, ið hevur tænt felagnum sum nevndarlimur í 16 ár, stillaði ikki upp aftur til nevndina. Í hansara stað varð valdur Leif Hovgaard, sum starvast sum deildarleiðari hjá Magn.

Nevndin hevur ikki skipað seg enn. I nevndini sita nú : Magni Arge, Anja Jacobsen, Eli Lassen, Jostein Petersen og Leif Hovgaard.