Føroyski básurin á ráðstevnuni í Houston. Mynd Jarðfeingi

Varpaðu ljós á oljuleiting við Føroyar á ráðstevnu í Texas


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.04.2017 - 12:40

Oljan >

Millum 7.000 og 10.000 fólk hava seinastu dagarnar verið á stóru ráðstevnuni "Annual Convention and Exhibition" (ACE), sum AAPG skipar fyri á hvørjum ári. Hesaferð varð hon hildin í Houston í Texas, USA.

Jarðfeingi, sum seinastu tíðina hevur marknaðarført fjórða útbjóðingarumfar runt um í heiminum, var aftur hesaferð umboðað við bási á ráðstevnuni. Nógv fólk vitjaðu básin, og summi oljufeløg, sum vanliga ikki eru at síggja á evropeiskum messum, vóru eisini framvið.

Nú er bert hálvurannar mánaði, til fjórða útbjóðingarumfar letur upp í Norðurlandahúsinum tann 17. mai. Tað er landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sum alment letur komandi leitiumfar á føroyska landgrunninum upp, samstundis sum hann setir ráðstevnuna "Faroe Islands Exploration Conference" (FIEC).

Á ráðstevnuni fara jarðfrøðingar av Jarðfeingi at leggja fram øll tey nýggjastu úrslitini frá stóra arbeiðinum, sum er gjørt í samband við búningina av landgrunninum, síðani seinasta oljufelagið lat seinasta loyvið aftur í 2016. Harumframt vera eisini vísindafólk aðrastaðni frá við. Hesi leggja fram arbeiði, sum kann hava stóran týdning fyri oljuleiting í Føroyum skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.