Veitingarreiðarí á heysin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

28.02.2017 - 23:31

Oljan >

Norska veitingarreiðaríið Emas AMC er enda í skiftirættinum. Fyritøkan hevur 88 starvsfólk, og hevur høvuðsskrivstovu á Lysaker uttanfyri Oslo.

Tað er Dagens Næringsliv sum skrivar at leiðslan í felagnum i gjár kom til tað niðurstøðu at ikki var møguligt at bjarga fyritøkuni.

Tað er í løtuni ikki greitt hvat sum hendir við starvsfólkunum.

Emas AMC er partur av EMAS. AMC stendur fyri Aker Marine Contractors, ein fyritøka sum EMAS keypti fyri nøkrum árum síðani frá Aker Solutions, skrivar E24.