Veitingarrisi flytur arbeiðspláss til Noregs


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.11.2016 - 13:33

Oljan >

Ein av heimsins størstu oljuveitingarfyritøkum, Schlumberger, skal flyta deildir til Noregs. Tað merkir, sambært NRK, at fleiri hundra nýggj arneiðspláss koma á Askøy, uttanfyri Bergen.

Schlumberger hevur síðani oljuprisurin fór at lækka, sagt upp túsundtals starvsfólk. Nú verður arbeitt við at byggja upp eitt nýtt Schlumberger, við færri starvsfolkum. Tað merkir at deildir hvørva, sanstundis sum aðrar fáa meir at gera. Ein av hesum liggur í Askøy.