Siem Pilot. Savnsmynd: Siem Offshore

Veitingarskip kom inn við 503 flóttafólkum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

05.03.2017 - 18:35

Oljan >

Norska veitingarskipið Siem Pilot kom i morgun inn til Havn í italska býnum Catania. Umborð vóru 503 flóttafólk, sum veitingarskipið hevur tikið upp i Miðjarahavinum farnu dagarnar.

Sambært norsku kriminalløgregluni Kripos, ið hevur fólk umborð til skrasetingar- og kanningararbeiði, upplýsir sambært tiðindastovnuni, at ein ungdu drongur doyði av sjúku, eftir at hann var komin umborð á Siem Pilot.

Siem Pilot hevur síðani hósdagin luttikið í átta bjargingum av flóttafólkum í Miðjarahavinum. Av teimum 503 sum nú eru komin í land í Catania, eru 358 menn, 29 kvinnur og 116 børn.

Sambært Kripos hvøvdu fleiri av flóttafólkum snuddir fra skotum og eldi, ið tey hava fingið tá tey fóru úr Libya.

Ein 16 ára gamal drongur, við kroniskari sjúku, sum ferðaðist einsamallur doyði umborð á Siem Pilot. Læknatoymi umborð royndi at bjarga unga dronginum, men har var einki sum kundi bjarga honum, upplýsir Kripos.

Siem Pilot, ið upprunaliga er bygt til at gera uppgávur í oljuvinnuni, hevur síðani á várið 2015 virka sum bjargingarskip í Miðjarahavinum. Saman við einum minni skipi, Peter Henry von Koss, hava hesi bæði  bjarga fleiri enn 59.000 flóttafólkum og migrantum. Norsku skipini samstarva við ES-felagsskapinum Frontex og aðrar felagsskapir.