Annika Olsen, borgarstjóri setti fyrsta "vinnuforum" tiltakið í Sjóvinnuhúsinum. Mynd www.torshavn.fo

Vinnuforum skal tryggja samskifti millum kommunu og vinnu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.03.2017 - 14:21

Oljan > Vinna & Tøkni > Íverksetan


“Vit taka undir við arbeiðinum at skipa okkum sum tilfeingisdepil í Norðurhøvum. Tí eru sjóvinnan og bryggjukanturin tvær síður av somu søk, og hesum vinnumøguleikum síggja vit stórar vakstrarmøguleikar í,” segði Annika Olsen, borgarstjóri m.a., tá fyrsta tiltakið “Vinnuforum” fór av bakkastokki í nýggja stásiliga Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin.

Tórshavnar kommuna beyð seinasta fríggjadag umboðum fyri vinnulívið til tað fyrsta tiltakið av sínum slag nakrantíð í nýggja Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, nevnt “Vinnuforum”. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði. Vinnuforum er eitt stig á leiðini.

Ikki færri enn 200 fólk høvdu leitað sær í henda stásiliga bygning at hoyra fyrilestur um hugtakið disruption, sum kendi rithøvundin og leiðsluráðgevin Tune Hein helt. Tað snúði seg um, hvussu fyritøkur mugu ígjøgnum eina umskapan vilja tær framvegis vera á marknaðinum í framtíðini. Eisini greiddi leiðarin á stovninum “Hugskotið”, Jónhild Rasmussen, frá, hvussu vinnan kann gagnnýta møguleikarnar í Hugskotinum, og hvussu Vakstrarhjólið kann stimbra vøkstur og menning í fyritøkum. Hugskotið er flutt inn í nýggja Sjóvinnuhúsið, og høvdu luttakararnir høvið at síggja nýggju og snotiligu hølini hjá Hugskotinum.

Góðir karmar fortreyt

Annika Olsen, borgarstjóri, beyð vælkomin og hugleiddi um samspælið millum vinnu, gransking og útbúgving og kommununa. Hon segði m.a.:

“Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir karmar, og at vinnurekandi kunnu menna og økja um sítt virksemi. Skal ein politisk leiðsla saman við eini kommunalari umsiting tryggja hesar karmar, so er eitt neyvt samskifti millum vinnu og kommunu neyðugt.

Tað merkir, at kommunan í samráð við vinnuna veitir góðar atkomumøguleikar til handils- og vinnulív, hollar og skjótar málsviðgerðir, og at kommunan er viðspælari at birta undir kreativar og nýggjar vinnur.

Her í Sjóvinnuhúsinum vóna vit at røkka nøkur av teimum málum, vit hava sett okkum. Nú Fróðskaparsetrið og vinnan skulu húsast undir somu lon, so vóna vit at fáa eina synergieffekt, sum knýtir vinnu, útbúgving og gransking saman. Og okkara vón er, at Hugskotið kemur at virka sum eitt samansjóandi millumlið millum partarnar.

Hetta eru ikki bara orð. Vit vilja fremja hetta í verki. Vit eru í eini tilgongd at gera Tórshavn til ein lestrarbý. Vit hava sett ferð á at nøkta tørvin á lestraríbúðum, og vit vilja virka fyri at samstarva við og hýsa granskingarverkætlanum, soleiðis at nýggj vitan kemur borgarunum til gagns.

Tórshavnar kommuna hevur í stóran mun valt at stimbra íverksetaraumhvørvið, eitt nú við betri hølisviðurskiftum og ráðgeving. Eitt ítøkiligt dømi er, at Hugskotið er flutt inn her í Sjóvinnuhúsið.

Sitandi samgonga hevur avrátt, at vit vilja tryggja fyritøkum lættari og betri atgongd til kommunalar arbeiðsuppgávur m.a. við brúki av útbjóðingarportali.

Tað er umráðandi, at handils- og vinnulív fær greiðar og gjøgnumskygdar reglur í sambandi við útboð av verkætlanum.

Vit hava staðfest, at kommunan eigur ikki at reka vinnu og vera kappingaravlagandi, men eigur hinvegin at stimbra undir støðugan vøkstur og skapa neyðugar karmar, so at tað gerst møguligt hjá nýggjum vinnuspírum at fóta sær.

Á henda hátt verður rúmd givin fyri skapandi vinnum, sum kunnu verða grundarlag fyri nýggjum og spennandi átøkum. Hesi stimbra undir og draga fleiri skapandi kreftir til landið.

Ein annar háttur at stuðla okkara egnu vinnu er, at vit hava avrátt, at kommunan sum heild skal nýta føroyskar loysnir og keypa føroyskt, allastaðni, har tað er møguligt.

Í seinastuni hava vit upplivað, at matstovuvinnan hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið. Hetta er heilt einastandandi og hevur ringvirkningar út um alt landið og stóran týdning fyri hópin av fyritøkum. Ferðafólkavinnan og flutningsvinnan hava longu merkt positivu ávirkaninar.

Tí hava vit eisini avgjørt at styrkja og menna ferðavinnuna og geva ferðafólki góðar upplivingar. Gourmetferðafólkið skal ikki bara fáa góðan og serstakan mat. Vit skulu selja upplivilsi. Vit skulu betra ferðasambandið til bygdir og oyggjar í kommununi og saman við bygdarfólkunum menna ætlanir um at skapa og skipa spennandi ferðavinnutilboð.

Tá eg nú nevndi matstovuvinnuna, so snýr hon seg altso ikki bara um tara og igulker og annað sjáldsamt úr havinum. Hon snýr seg í ógvuliga stóran mun um at hava heimsins bestu rávøru beint við hondina.

Vit hava størsta landbúnaðarøki í landinum innanfyri kommunumark. Og tá tosað verður um staðbundna rávøru, so taka vit øll neyðug atlit til menning og víðkan av landbúnaðinum eisini. Her eru øll góð hugskot vælkomin, her er ovmikið av plássi til framtíðar menning.

Og júst á hesum øki vænti eg mær eitt spennandi samstarv millum vinnu og granskingarumhvørvið, sum kann veita holla serfrøði á so ómetaliga mongum økjum.

Lat ongan iva vera um, at sjóvinnan og tær vinnur, sum eru knýttar at sjónum, framhaldandi skulu vera við til at menna høvuðsstaðin. Tann vinna, sum er knýtt at øllum økinum hjá Tórshavnar havn, hevur ómetaligan týdning fyri býin.

Tí taka vit eisini undir við arbeiðinum at skipa okkum sum tilfeingisdepil í Norðurhøvum. Tí eru sjóvinnan og bryggjukanturin tvær síður av somu søk, og hesum vinnumøguleikum síggja vit stórar vakstrarmøguleikar í.

Tí verða havnirnar í kommununi áhaldandi útbygdar og betraðar. Men hetta verður gjørt við størsta varsemi og við atliti til náttúrugivnar fortreytir, men sjálvsagt eisini við atliti til, hvat hendir aðrastaðni í landinum.

Vinnuligt fjølbroytni og vinnulig menning hanga saman við fólkavøkstri og harvið búskaparvøkstri. Fólkavøkstur í einum sunnum samfelag við arbeiði til allar hendur gevur stóran búskaparvøkstur. Men tað setir stór krøv til kommunalu myndugleikarnar.

Kommunan skal skapa neyðuga infrakervið til vinnuna og ikki minst pláss til fólkavøksturin. Vit halda okkum vera komin væl áleiðis og halda, at vit tí framburði, sum liggur í kortunum, so fara vit innan alt ov langa tíð at klára at nøkta eftirspurningin.

Tórshavnar kommuna hevur sum siðvenju at halda borgarafundir um stór og átrokandi mál, har allir borgarar kunnu koma til orðanna. Hetta er eitt sera gevandi, afturvendandi og upplýsandi átak, sum heldur leiðsluna í kommununi ajour, tá um staðbundna tørvin ræður.

Tað skal vera mín vón, at eitt vinnuforum sum hetta verður afturvendandi. Tí, sum eg byrjaði við at siga, at skal ein kommuna tryggja karmarnar hjá vinnuni, so er eitt neyvt samskifti millum vinnu, gransking, útbúgving og kommunu neyðugt.

Kendi sveisiski sálarfrøðingurin Jean Piaget, sum var kendur fyri síni ástøði um kognitiva menning, segði í eini av sínum niðurstøðum, at "endamálið við útbúgving er ikki mongdin av vitan, men endamálið er at geva tí unga møguleika at granska og uppdaga, so vit menna ungdóm, ið hevur evni til nýskapan".

Eg síggi fyri mær, at akkurát hesar umstøður eru til steðar her í Sjóvinnuhúsinum.

Eg fari at enda enn eina ferð at bjóða ykkum øllum hjartaliga vælkomnum her í Sjóvinnuhúsið í vón um, at vit fáa nógv burturúr í dag, knýta nógv bond og finna nógvar loysnir,” segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Kelda: www.torshavn.fo