Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen, báðir limir í Vinnunevndini lýða á, meðan umboð fyri Jarðfeingi greiða frá oljuleiting við Føroyar. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Vinnupolitikarar á skúlabonk at læra um oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.04.2017 - 20:55

Oljan >

Nú 4. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum er í stoypiskeiðini fingu løgtings- og landsstýrisfólk og teirra embætisfólk nú um dagarnar høvi til at fara aftur á skúlabonk og har fáa frálæru innan jarðfrøði, jarðfrøðissøgu og oljuleiting. Talan var um eitt snarskeið innan nevndu øki, har limirnir í løgtingsins Vinnunevnd, landsstýrismaðurin í vinnumálum og embætisfólk frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum lýddu á, hvat Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarðfeingi og Niels Christian Nolsoe, stjóri á Jarðfeingi høvdu at siga frá, nú enn ein nýggj oljuútbjóðing stendur fyri framman. Kunningin um føroysku oljusøguna og oljuleitingina higartil fór fram í nútímans og snøggu hølunum hjá Starvsmannafelagnum í gamla Smærubygninginum í eysturbýnum í Havn. Áhugavert var at hoyra teir báðar greiða frá tí nýggja og spennandi arbeiðinum, sum fólk á Jarðfeingi hava staðið fyri nú í longri tíð við eitt nú at tulka av nýggjum seismikk og boridata. Nakað, sum vónandi verður ein góð søluvøra, tá oljufeløg komandi mánaðirnar skulu til at gera sær metingar av nýggju útbjóðingini í Føroyum.

Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, Poul Michelsen, sum varð vertur til tiltakið, ið gav politikarunum og embætisfólki eitt sera gott innlit í føroyska oljumálið sum heild. Eftir tiltakið fegnaðist formaðurin í Vinnunevndini, Bjarni Hammer um stigið, sum landsstýrismaðurin hevði tikið. 

Lógaruppskot til 4. oljuleitiútbjóðing liggur í løtuni í Vinnunevndini til viðgerðar eftir at hava verið til 1. viðgerð á tingi herfyri. Fundir hava so eisini verið í nevndini við eitt nú umboð fyri bæði vinnuna og landsstýrið. Uppskotið skal so aftur til 2. og 3. viðgerð í tinginum í næstum. Landsstýrismaðurin skal síðani lata sjálva útbjóðingina upp alment á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 17. mai.