Virði á Faroe Petroleum omanfyri 3 milliardir krónur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

26.12.2016 - 12:30

Oljan >

Í jólavikuni undirskrivaði leiðslan í Faroe Petroleum tvær avtalur sum tryggja oljufelagnum rakstur og lánimøguleikar komandi árini.

Faroe Petroleum skrivar á heimasíðu síni at talan er um tvey lán, har karmarnir geva fyritøkuni møguleika at lána upp til ávísar upphæddir.

Annað lánið er ein møguleiki at lána upp til góðar 200 milliónir krónur yvir sjey ár. Hendan avtalan kemur í staðin fyri eina avtalu sum gongur út í juni 2018.

Hini lániavtalan er ein møguleiki at lána góðar 800 milliónir krónur sum skulu fíggja meginpartin av leitivirkseminum hjá Faroe Petroleum á norska landgrunninum. Hendan lániavtalan gongur út 31. desember 2019.

Avtalurnar um hesar lánimøguleikarnar eru gjørdar við BNP Paribas, BMO Capital Markets, Commonwealth Bank of Australia, Danske Bank, DNB Bank, ING, Royal Bank of Scotland, SEB, SR-Bank og Wells Fargo.

Faroe Petroleum er skrásett á AIM-listanum á keypsskálanum í London. Virði á Faroe Petroleum er í dag góðar tríggjar milliardir krónur.