Virðið á norska oljugrunninum vaks við 400 mia. kr.


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.11.2017 - 13:09

Oljan >


Hóast marknaðarvirðið á norska oljugrunninum minkaði við 68 mia. kr. í triðja ársfjórðingi í 2017 til 7.952 mia. kr., so hava hesir seinastu mánaðirnir vera sera jaligir og er grunnurin vaksin við 400 mia. kr. til 8.360 mia. Veika norska krónan hevur verið við at bøta um støðuna. Norska stjórnin metir, virðið á oljugrunninum við endan av 2017 fer at vera 7.952 mia. Við endan av 2018 verður roknað við, at Oljugrunnurin hevur eitt virði uppá 8.224 mia. kr. Hetta vístu tølini í almennu fíggjarætlanini fyri 2017, sum varð løgd fram 12. oktober skrivar Hegna online.