Mynd: Vestas

Warren Buffet keypir danskar vindmyllur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

29.12.2016 - 19:25

Oljan >

Milliardingurin Warren Buffet og felag hansara Berkshire Hathaway hava bílagt 70 vindmyllur á tvey megawatt frá danska vindmylluframleiðaranum Vestas.

Hetta skrivar Vestas í einum tíðindaskrivi. Turbinurnar skulu framleiðas á verksmiðjuni hjá Vestas í Colorado í USA.

Buffet-fyritøkan BHE Renewables bílegði tær fyrstu vindmyllurnar frá Vestas í 2015, tá fyritøkan keypti vindmyllur sum skulu vera við til at framleiða orku á einum 400 megawatt-veri í Nebraska. Har hevur BHE avtalu um at almenna orkufelagið skal keypa orkuna komandi 20 árini.

Vestas hevur fingið fleiri avtalur um sølu av vindmyllum til amerikanskar keyparar í desember. Orsøkin er helst at myndugleikarnir hava broytt skattaskipanina, sum kemur at lætta um skattin hjá teimum sum millum annað framleiða reina orku úr vindi.