West Hercules fylti nógv í almenna rúminum í Føroyum góðum tveimum árum síðani. Nú vendir hann aftur til leiðirnar á Atlantsmótinum.

West Hercules aftur á Atlantsmótið at bora við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

20.06.2017 - 11:19

Oljan >

Ein gamal kenningur kemur skjótt aftur í økið millum Føroyar og Hetland at bora. Talan er um West Hercules, sum gjørdist nærum heimskendur, tá hann legði leiðina inn á Skálafjørðin eftir at hava borað seinasta brunnin á føroyska landgrunninum á heysti í 2014. Nú eru aftur boð eftir pallinum, og hann skal til arbeiðis longu í næsta ár ikki so langt frá staðnum, har hann boraði á føroyska landgrunninum fyri góðum tveimum árum síðani. Hesaferð skal West Hercules bora beint eystan fyri markið, á Cambo-leiðini. Talan er um eitt oljufund, sum varð gjørt í 2002, og sum nú skal til endaliga roynd. Fleiri avmarkingarbrunnar eru boraðir hesi seinastu 15 árini fyri at vita, hvussu stórt fundið er. Nú eitt nýtt felag, Siccar Point Energy, hevur keypt upp øll loyvini hjá eysturríkska oljufelagnum OMV, hevur tað eftir øllum at døma sett sær fyri at fáa lív í fleiri av fundunum eystan fyri føroyska markið.Tvs. at gera seinastu fyrireikingarnar, áðrenn støða verður tikin til útbygging. 

Ætlanin er at West Hercules skal byrja at bora 1. apríl næsta ár. Miðjað verður við hesi boringini móti at hava nóg nógva vitan um kelduna, so støða kann takast til  eina útbygging. Hon verður møguliga eisini at skapa grundarlag fyri eini  sokallaði “hub” útbygging í hesum økinum saman við grannakelduni Rosebank sum høvuðsstøð við einum framleiðsluskipi heldur enn einum framleiðslupalli. Tað áhugaverda er eisini, at verður henda útbygging til veruleika, so er møguleiki eisini opin fyri at knýta uppaftur tvær aðrar oljukeldur í grannalagnum, og sum eisini liggja tætt upp at føroyska markinum, Suilven og Tornado uppi “hubbin”. Hvør sær eru tær ov lítlar til at byggja út einsamallar. Skulu tær útbyggjast til framleiðslu, so má tað vera við tilknýti til ein "hub" í grannalagnum. Við øðrum orðum kann talan vera um at fremja eina útbygging av ikki færri enn fýra oljukeldum, Rosebank, Cambo, Suilven og Tornado. Og áhugavert fyri Føroyar og føroyska leiting er, at hesar liggja allar framvið føroyska markinum og kunnu tær tí vera ein duraopnari til føroyska økið eisini. 

Ein kann eisini  siga, at tað at nýggj feløg koma inn í myndina á Atlantsmótinum og keypa upp loyvi, sum í nógvum førum liggja tætt upp at føroyska markinum, gevur nýggjan dynamikk og optimismu í øllum økinum. Hetta kann eisini at skapa størri áhuga fyri føroyska økinum, og er tí væntandi, at bæði oljufeløg, sum virka vestan fyri Hetland og onnur við, fara at fylgja væl við framtíðar tilgongdini á leitiøkinum í Føroyum.

Keldur: Offhore.com, Energy Voice, Upstream, North Atlantic Drilling og Siccar Point