Gjørd mynd: Energinet

Ynskja at byggja eina orkuoyggj


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

10.03.2017 - 10:51

Oljan >

Eitt danskt, eitt týskt og eitt hollendskt felag hava ætlanir um at byggja eina seks ferkilometra stóra oyggj í Norðsjónum, millum Danmark og England.

Talan er um eina orkuoyggj, sum skal húsa eini risastórari vindorkuætlan, sum skal kunna framleiða streym til eini 80 milliónir europearar árliga. Talan er um heilar 7000 vindmyllur sum skulu setast upp á og nærhendis oynni.

Byggjast skulu orkukaðalir sum ganga til England, Frankaríki, Danmark og Noreg frá oynni, so streymurin kemur fram.

Tað er danska fyritøkan Energinet, sum er farin undir ætlanina saman við týska og hollendska felagnum TenneT.

Torben Glar Nielsen í Energinet, sigur at tey ivast ikki í at hetta letur seg gera, og at arbeiði við ætlanini byrjar av álvara 1. apríl. Roknast kann við at byggingin kann byrja í 2030.

23. mars kulu fyritøkurnar hittast fyri at skriva undir avtaluna sum skal liggja sum grundarlag undir arbeiðnum víðari.

Talan er um vindmyllur sum eru 70-100 gigawatt. Oyggin skal eftir ætlan liggja á Doggerbank.

Sjálv oyggin verður mett at kosta 1,5 milliardir evrur. Oyggin gerst miðdepilin í eini stórarui havlund við túsundtals vindmyllum. Oyggin skal taka ímóti tí sum svarar til 30 GW (gigawatt). Í dag er samlaða danska streymnýtslan uppa 6,1 GW.